Onnur ungdómssteypafinalan í høllini á Hálsi í dag, var millum dreingir 10 liðini hjá H71 og VÍF. Sjálvan finalan varð væl spæld og tað var spenningur líka til tað seinasta.
Tað var so tætt og spennandi, at tað mátti longt leiktíð til, fyri at finna ein vinnara. Tað stóð á jøvnum í vanligu 7-7 í vanligu leiktíðini, men í longdu leiktíðini vóru tað dreingirnir úr H71, sum vóru stinnari.
Samanlagt vann H71 10-7. Hóast H71 vann dystin, so var dagsins spælari Rói Haldansen hjá VÍF.
Leygardagin 7. Februar:
Kvinnur: kl. 13.30 Neistin – Kyndil (24-19)
Menn: kl. 16.00 Neistin – VÍF (26-25)
Dreingir: 18 kl. 18.00 H71 – StÍF (29-26)
Sunnudagin 8. Februar:
Gentur 10: kl. 12.50 Neistin – VÍF (9-6)
Dreingir: 10: 13.25 H71 – VÍF (10-7)
Gentur: 12: 14.00 EB – H71
Dreingir: 12: 14.55 H71 a – H71 b
Gentur: 14: 15.50 H71 – Kyndil
Dreingir: 14: 17.05 H71 – Tjaldur
Gentur 17: 18.10 Stjørnan – Kyndil
Dreingir 16: 19.25 Kyndil – H71