- Onkur kona hevur sagt mær, at fyrr var hon altíð einsamøll, tá hon fór til handils. Men nú er nógv broytt, tí nú er hon aldrin einsamøll longur.
- Maðurin kemur fegin við henni niðan í Lonina. Her kann hann altíð hitta onkran annan mann at práta við. Og tað dámar teimum væl, sigur stjórin í Lonini, Sámal-Hanne Lognberg. Sjálvur rekur hann matvøruhandilin Sparni.
Liðin eru nú fimm mánaðir síðani hesin handilsdepilin lat upp í Skopun - 23. mai, fyri at dagfesta hendingina nágreiniliga.
Henda tíðin hevur sjálvandi verið spennandi, men samstundis strævin hjá eigaranum Sámal-Hanne Lognberg.
Tá hann og konan fóru undir henda handilsdepilin høvdu tey sjálvandi gjørt sær sínar metingar. Ein fer altíð inn við eini ávísari óvissu, men henda hevur kortini verið ógrundað:
- Í dag kunnu vit bara staðfesta, at tað hevur gingið munandi betri enn vit høvdu væntað, sigur hann.
Fyri hann og konuna, sum eisini starvast í handlinum hevur tað haraftrat verið til mikla gleði og miklan arbeiðshug, at ikki bert skopuningar, men eisini fólk úr allari oynni teljast millum viðskiftafólk teirra.
Ljóst og rúmligt
Tá Lonin lat upp, var tað við tí fyri eyga, at fólk kundu fara inn í eitt einstakt stað, og her fáa avgreitt fleiri ørindi undir sama taki.
Lagt varð tí upp til, at umframt matvøruhandilin var somuleiðis ein Kall-handil og ein salong í bygninginum. Hetta hevur sjálvandi eisini gjørt sítt til, at talið av viðskiftafólkum bara er vaksið.
Í innrættingin av handlinum var dentur lagdur á at hava tað ljóst og rúmligt inni, eins og fólk skuldu kunna keypa tær gerandisvørurnar tey høvdu brúk fyri, eins og gávulutir, penslar, leidningar og annað í tí sambandinum.
At tað hevur verið nógv arbeiði á flakavirkinum hevur eisini gjørt sítt til, at fólk hava havt meiri pening um hendi.
200 vitjandi
Við ársbyrjan 2006 búðu sløk 1400 fólk á Sandoynni, men hvussu mong teirra munnu vitja inn í Sparni hvønn dagin?
- Ein vanligan dag eru altíð væl omanfyri 100 fólk inni. Men um vikuskiftini eru tey munandi fleiri - helst eini 200 í tali, sigur hann.
Umframt hetta vitjar eitt stórt tal av fólki eisini í nýggja Kall-handlinum og í salongini.
Ein onnur týðandi orsøk til allar hesar mongu vitjanirnar er uttan iva tey góðu viðurskiftini hjá teimum, sum taka bilin við sær. Og tað munnu vera tey flestu.
Flestu av hinum handlunum í oynni hava ikki eins góð parkeringsviðurskifti, tí har noyðast fólk aloftast at seta bilin frá sær á alfaravegi.
- Vit vóru greið yvir, at tað var neyðugt við góðum viðurskiftum til bilarnar. Og eg havi eisini hoyrt fólk sagt, at tey koma higar, tí her er so gott at seta bilin frá sær.
- Ja, tey siga beinleiðis, at her er altíð pláss, sigur ein bjartskygdur Sámal-Hanne.
Frið at keypa
Hóast Sparni í stødd ikki kann samanberast við teir stóru handlarnar í teimum størru býunum kring landið, so hevur hann kortini eina hóskandi og rúmliga stødd.
- Onkur hevur sagt við meg, at tey koma higar at keypa, tí her kunnu tey líkasum ganga einsamøll og keypa inn.
- Fyrr var tað næstan so, at tey duttu um hvønn annan tá tey keyptu inn. Her er munandi betri pláss og tí kunnu fólk nærum ganga fyri seg sjálvan.
- Summi ynskja hetta, meðan onnur koma higar nettupp fyri at hitta onnur fólk til eitt prát. So her eru allir møguleikar, sigur Sámal-Hanne.
Umhugsa at byggja út
Hóast fáir mánaðir eru farnir síðani handilin lat upp, so hevur Sámal-Hanne Lognberg longu lagt ætlanir fyri framtíðina.
Ella sum hann tekur til:
- Ætlanin var ongatíð at steðga her!
Hesar mánaðirnar hevur hann merkt ein øgiligan áhuga hjá øðrum fyri hesi ætlanini. Og tað er ikki frítt, at fólk eisini hava spurt seg fyri um leigumál í hesum nýggja savningarstaðnum í Skopun.
Umhugsað verður tí at byggja út. Einki verður tó sagt um nær og hvussu nógv.
Men umstøðurnar eru í øllum førum til tað, tí rundan um handilsdepilin er øki tøkt til eina slíka útbygging.