Dánjal á Lakjuni, sum fyri stuttum er komin aftur úr Íslandi, gjørdi orduliga hol í sjógvin í høgra borði, eftir at ÍF í eina løtu hevði ridlað í verjupartinum, og tað var við at koppa TB til fyrimunar
Jóannes Hansen
Veðrið var framúr. Sólin skein oman og niðan, og hvítklæddu áskoðararnir fingu fult fyri atgongugjaldið – ikki minst í 2. hálvleiki. ÍF og TB vóru í sera undirhaldandi uppgerð, har tað vórðu skorað sjey mál – seks eftir steðgin - og har pulsurin var høgur, inntil Petur Reinert hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
ÍF vann 4-3, eftir at hálvleiksstøðan var 1-0, og eftir at heimaliðið beinanvegin eftir hvíldina økti um leiðsluna. Í fyrra førinum var tað Øssur Dalbúð, sum var eirindarleysur, tá ið rangstøðufellan kiksaði hjá annars royndu TB miðverjuni, og í seinna førinum var tað miðvallarin Ari Ó. Ellingsgaard, sum í ár rættuliga hevur fingið høvdið fyri seg, ið setti bóltin í málið aftanfyri Ivan Stojkovic.
Hetta var vorðin sum pøs av vatni hjá TB at fáa í andlitið beinanvegin eftir hvíldina. Men í staðin fyri at geva skarvin yvir og royna at avmarka tapið, so løgdu tvøramenn hondina á knæið og fóru í holtur við at bjóða mótbrekkuni av.
Miðvallarin Ndende, sum tykist trívast serliga væl, tá ið veðrið er so gott, sum tað var í Fuglafirði í gjár, minkaði um munin, tá ið ein tími var farin, og bara tveir minuttir seinni var javnt. Ragnar Tausen, sum longu eftir eitt korter varð skiftur inn í staðin fyri skadda Chris H. Craib, var meistari fyri útjavnandi málinum.
So var spenningur, og tað var ikki frítt, at Poul Ingason og hinir í framrættaða partinum hjá TB høvdu fatur á rætta endanum og aðrar ferðir vóru um at spæla seg í vandamiklar støður.
Tað komst eisini av, at heimaliðið ikki var serliga sannførandi í verjupartinum. Bartal Eliasen var ikki tøkur, og undir upphitingini noyddist Poul N. Mikkelsen at geva avboð orsaka av skaða. Heri Nesá og Høgni Zachariasen vóru í miðverjuni frá fyrsta bríksli, og tað megnaðu teir væl. Men tíggju minuttir eftir steðgin noyddist Høgni Zachariasen skaddur av vøllinum, og tað darvaði verjuspælinum hjá ÍF heilt nógv, eisini tí útskiftingin bar rokeringar á miðvøllinum við sær.
Lítla løtu seinni var 2-2, og ÍF var um ein háls. Men so var tað, at vápnið, sum oftast verður sagt at vera tað besta til verju, varð nýtt. Dánjal á Lakjuni, sum fyri fáum vikum síðani flutti aftur úr íslendskum fótbólti og til barndómsfelagið, varð settur inn í framrættaða partin í høgru. Nenad Saric hevði staðið seg væl, men tá ið Dánjal var komin á vøllin, kom av álvara ferð, tyngd og broddur í, tí Dánjal megnaði at bjóða av ein ímóti einum, og innleggini hjá honum vóru so serlliga neyv.
Dánjal var meistari aftanfyri bæði málini, sum Clayton Soares skoraði síðstu tíggju minuttirnar, og hann átti eisini innleggið, tá ið Øssur Dalbúð við høvdinum sendi bóltin dygst framvið nærra stólpanum.
Síðstu løtuna spenti TB álopsbogan. Óli Johannesen varð fluttur fram í álopið, og við rimmar fluktara minkaði hann um munin. Tí var spenningur í, inntil síðsta bríkslið ljóðaði.
Heimamenninir fegnaðust, og ÍF venjarin, Albert Ellefsen, kundi staðfesta, at hann í Dánjali á Lakjuni hevur fingið eitt álopsvápn aftrat. Í fjør átti Dánjal á Lakjuni næstsíðsta fótin á, tá ið Clayton Soares skoraði fleiri mál. Í gjár sást, at samstarvið millum Lakjumannin og Clayton framvegis kann bera mál og stig og harvið møguleika fyri heiðursmerkjum við sær. Tað er neyvan nakar ivi í, at Dánjal á Lakjuni verður millum teir fyrstu ellivu, tá ið ÍF ólavsøkuaftan fer í Gundadal at spæla ímóti B36.
Ólavsøkudag skal TB enn eina ferð norður í Eysturoy at spæla. Klokkan 15 henda dagin verður fyrsta bríkslið í Sarpugerði, tá ið Víkingur fær vitjan av TB. Hesi bæði liðini stríðast fyri at sleppa av triði aftasta plássinum.
ÍF-TB 4-3 (1-0)
1-0: Øssur Dalbúð 30.
2-0: Ari Ó. Ellingsgaardv46.
2-1: Ndende Asama Guéye 60.
2-2: Ragnar Tausen 62.
3-2: Clayton Soares 81.
4-2: Clayton Soares 88.
4-3: Óli Johannesen 89.
Dómari: Petur Reinert
ÍF: Jákup Mikkelsen
Heri Nesá, Høgni Zachariasen (Aleksandar Jovevic, 55./Fritleif í Lambanum, 71.)
Leivur Joensen Jan Ó. Ellingsgaard
Høgni Madsen, Bogi R. Petersen
Nenad Saric (Dánjal á Lakjuni, 64.), Øssur Dalbúð, Ari Ó. Ellingsgaard
Clayton Soares
Gult kort: Dánjal á Lakjuni
TB: Ivan Stojkovic
Babacar Ndiour, Óli Johannesen
Eirikur M. Ellendersen (Aron Sørensen, 83.) Teitur Olsen
Rógvi Joensen, Martin Tausen, Ndende Adama Guéye (Dan Mortensen, 77.), Chris H. Craib (Ragnar Tausen, 15.)
Nicholas Ferenc Diverdics, Poul Ingason
Gult kort: Ndende Adama Guéye