Lottospælari í USA vann 9,5 milliardir krónur

Møguleikin fyri jackpot er ein út av 303 milliónum. Ein ókendur spælari hevur tó rakt plett.

Vinningurin gjørdist so risa stórur í amerikanska lottospælinum Mega Millions. Hepni vinnarin hevði keypt seðilin í statinum Illinois, men enn hevur hann ikki latið við seg koma. - Foto: Olivier Douliery/Ritzau Scanpix

Ein lottospælari í USA hevur vunnið yvir 1,3 milliardir dollarar í spælinum Mega Millions. Tað er ein av hægstu vinningum í USA nakrantíð.

 

Umsett til okkara krónur svarar vinningurin til slakar 9,5 milliardir krónur.

 

Lottoseðilin er seldur í statinum Illinois, men enn hevur vinnarin ikki latið við seg koma. Men seðilin hevði tey gandakendur nummurini, sum góvu jackpot.

 

Tað vóru annars trupul odds, su,m spælararnir hava havt. Tí møguleikin fyri at fáa jackpot er ein út av 303 milliónum.

 

– Vit eru hjartans fegin um at vera vitni til ein av størstu jackpotvinningum í søguni hjá Mega Millions, sigur Pat McDonald, sum er stjóri í Mega Millions Consortium.

 

– Vit vilja fegin finna vinnaran, so vit sum skjótast kunnu ynskja honum tillukku.

 

Puljan var so stór, tí tað í 29 lutakastum frammanundan ikki eydnaðist at finna ein vinnara.

 

/ritzau/AFP

 

 

 

Vinningurin gjørdist so risa stórur í amerikanska lottospælinum Mega Millions. Hepni vinnarin hevði keypt seðilin í statinum Illinois, men enn hevur hann ikki latið við seg koma. - Foto: Olivier Douliery/Ritzau Scanpix