Í gjár tapti Manchester United 3-2 fyri týska Wolfsburg. Tapið hevur við sær, at Manchester United fyri fjórðu ferð ikki kemur víðari úr bólkaspælinum í Champions League. Maðurin sum fær skyldina, er Louis van Gaal, venjari hjá Manchester United.
Les eisini:Farvæl og takk, Manchester United
Peter Schmeichel og Rio Ferdinand, báðir fyrrverandi spælarar hjá Manchester United, eru millum teirra, sum hava funnist at úrslitinum í gjár. Paul Scholes og Roy Keane hava somuleiðis givið ilt av sær.
Í gjár skuldi Manchester United vinna fyri at verða vísir í, at teir komu víðari. Hóast Louis van Gaal hevur keypt spælarar fyri 2,5 milliardir krónur, so vóru tveir debutantar, og ein sum ikki hevur spælt síðani 2014 á vøllinum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.
Fyrst byrjaði hann inni við 22 ára gamla Gullermo Varela á høgra bakki. Hetta var hansara fyrsti dystur. Í fyrra hálvleiki bleiv Matteo Darmian skaddur. Í hansara stað kom Cameron Borthwick-Jackson, sum somuleiðis fekk sínar fyrstu minuttir á liðnum hjá Manchester United.
Móti endanum bleiv Juan Mata útskiftur fyri Nick Powell, sum seinast var í dysti, tá Manchester United í 2014 tapti 4-0 fyri MK Dons. Hesum avgerðunum eru tað fleiri sum undrast á.
- Eg kann ikki verja meg, tí alt eg sigi verður sett upp í móti, at vit eru úti úr kappingini. Tí er alt skeivt, sum eg sigi. Men tit hava sæð, at vit eru komnir longri í Capital One Cup í ár, vit eru í Champions League og liggja betri fyri í Premier League. Vit gera framstig, sigur Louis van Gaal.
Hollendski venjarin fær somuleiðis nógvar ákoyringar fyri vantandi álopsspæl. Undan dystinum móti Wolfsburg í gjár, hevði Manchester United ikki skorað í fimm av teimum seinastu níggju dystunum.
Hóast allan mótburðin, so liggur Manchester United nummar fýra í Premier League, men teir sleppa ikki við teimum stóru til Champions League endaspælið. Louis van Gaal og hansara menn skulu nú spæla hóskvøld í Europa League.