Lovaða landið í eygsjón

FCK hevur nú annað beinið í Champions League bólkaspælinum, har tær nógvu milliónirnar bíða. Todi Jónsson gjørdist stóra hetjan, tá hann javnaði til 1-1

Tað hevur leingi verið ein dreymur hjá øllum í FCK at koma við í Champions League, har møguleiki er fyri at møta evropeiskum stórfeløgum. Hesin dreymur er nú nærri enn nakrantíð áður.
Við einum 1-1 javnleiki ímóti Rangers á Ibrox leikvøllinum í Glasgow hevur FCK eitt framúr gott grundarlag undan seinna dystinum, sum verður spældur tann 27. august í Parkini í Keypmannahavn.

Skelkandi byrjan
FCK leikararnir vórðu frammanundan ávaraðir um, at Rangers fór at leggja út sum eitt óløgi, og tað var júst tað, sum hendi.
Eftir bert sjey minuttir legði tann skjóti danin Peter Løvenkrands heimaliðið framum. Spaniólin Miguel Arteta sendi eitt fríspark innfyri úr vinstru. Málverjin hjá FCK, Balázs Rabóczki úr Ungarn, fór skeivur av bóltinum, og fekk bert skumpað hann út til Løvenkrands, ið stóð við handaru stong og langaði bóltin í netið.
Rangers legði stórt trýst á FCK-málið fyrstu løtuni, og fleiri mundu halda, at danska liðið fór at verða rent um koll av tí bláu bylgjuni. Men luftin fór skjótt úr ballónini hjá Rangers, og FCK kom spakuliga inn aftur í dystin, sum fyrri hálvleikur leið.

Stinn verja
Dysturin gjørdist ongantíð nøkur stór fótbóltsuppliving, um hugt varð við óheftum brillum. Glasgow Rangers spældi ikki væl og hevði sera ilt við at skap veruligar málmøguleikar.
Rangers hevði bert ein annan opnan málmøguleika. Tað var eftir hornaspark, har bólturin varð høvdaður inn í málteigin, har hollendski áleyparin Micheal Mols stendur beint undir málinum. Málverjin Rabóczki var tó kvikur og fekk blokerað á strikuni.
Annars skal sigast, at verjan hjá FCK stóð seg sera væl, um vit síggja burtur frá fyrstu løtuni av dystinum. Serliga Martin Albrechtsen var sera stinnur ímóti Rangers áleyparunum.
Rangers-viðhaldsfólk saknaðu óivað tann málsøkna argentinska áleyparan Claudio Caniggia, sum hóast sín høga aldur hevur víst seg at vera sera vandamikil. Hann er tó ikki longur í felagnum.

Todi á blettinum
FCK kom alt meira við í dystin, og eftir steðgin leikaði tað ógvuliga javnt á báðar vegir. FCK satsaði mest uppá skjótálop, og fleiri ferðir kundi tað blivið vandamikið, men tað vantaði altíð tað seinasta, tá FCK nærkaðist brotsteiginum við bóltinum.
Tað var í veruleikanum ein ógvuliga tilvildarlig støða, sum endaði við, at Todi sendi bóltin í netið.
Hjalte Bo Nørregaard, sum spældi á høgra vongi, royndi seg við einum skoti langt úti frá. Bólturin fór tó í krovið á einum Rangers verjuleikara og datt beint niður til tað vandamikla vinstra beinið hjá Toda.
Hann sendi eftir jørð dygst úti við stongina framvið týska málverjanum Stefan Klos. FCK hevði nú eitt sera virðismikið mál á útivølli, og sjálvsagt var stór frøi á leikarunum, sum nú sóu Real Madrid og Juventus fyri sær.

Ónøgd viðhaldsfólk
Hvørki Rangers ella FCK megnaði at skapa sær nakran málmøguleika eftir hetta. Móti endanum royndi Rangers at leggja trýst á útiliðið, men lítið flog var yvir spælinum hjá skotska stórfelagnum.
Peter Løvenkrands, sum vanliga stendur fyri ágangandi spæli í vinstra borði, slapp sjáldan til baklinjuna, og Ole Tobiasen, sum annars ikki er av skjótastu leikarum, hevði gott tak á honum. Løvenkrands var tann leikarin, sum FCK leikararnir ræddust mest undan dystinum, fjølmiðlar settur spurnaðartekin við, um Tobiasen var rætti maðurin at ansa eftir honum. Tað vísti seg tó, at tað ikki gekk eftir vild hjá Løvenkrands.
Tað var annars stuttligt at síggja bóltsnillingin Sibosisu Zuma, tá hann móti endanum av dystinum helt uppá bóltin, hóast Rangers leikarar bæði rivu og skræddu í hann.
Tá dysturin varð bríkslaður av, gjørdi Rangers-viðhaldsfólkið vart við sína ónøgd, og einki var at ivast í, at tey krevja meira av sínum liði. Í fjør tapti Rangers ímóti einum tjekkiskum liði og slapp tá heldur ikki í Champions League.

Stórt bonus
Um FCK sleppur víðari til bólkaspælið, kunnu spælarar gleða seg til ein stóran kekk frá Flemming Østergaard. 250.000 krónur fáa spælararnir í sín lut, um FCK fyri fyrstu ferð nakrantíð sleppur víðari.
Fyri tveimum árum síðani spældi FCK ímóti Lazio í seinasta kvalifikatiónsdystinum til Champions League. Liðið úr Keypmannahavn vann 2-1 á heimvølli men tapti 4-1 í italska høvuðsstaðnum.
Møguleikin hjá FCK fyri luttøku í Champions League hevur ongantíð verið so góður sum nú, men venjarin Hans Backe hevur mælt til ikki at gleðast ov tíðliga, tí enn er ein dystur eftir at spæla.
? Tað er enn sera opið, hvør fer víðari. Vit eru sera fegnir í skiftingarrúminum í løtuni, men vit royna at hava bæði beinini á jørðini, segði Hans Backe, ið er venjari hjá FCK.
? Tað er ein dystur aftur um tvær vikur, og vit skulu als ikki halda, at sigurin er komin í hús. Rangers skal fram á vøllin í seinna dystinum, og vit eiga at spæla ein góðan dyst frammanfyri okkara egnu áskoðarum, segði ein smílandi Hans Backe við danskar fjølmiðlar eftir dystin.