Amerikanski forsetin, Barack Obama, segði í einari røðu fyri amerikanska fólkinum í nátt, at tann størsta uppgávan hjá stjórnini í 2010 verður at útvega fólki arbeiðspláss. Hann segði, at hjálparpakkin, sum stjórnin veitti í fjør, fer at geva hálva aðru millión arbeiðspláss í ár. Hann boðaði frá, at stjórnin fer at brúka 30 milliardir dollarar til at læna smáum vinnuvirkjum, og at stjórnin hevur sett sær sum mál at tvífalda amerikanska útflutningin tey næstu fimm árini. Obama segði, at hann fer at seta eina serliga nevnd at leita eftir fleiri sparingum innan tað almenna.