Boðini, vit higartil hava fingið úr Hirtshals um lutin, benda á, at hann ikki nýtist at skiftast, sigur Regin I. Jakobsen, virkandi Strandfarastjóri.
Tað sær gott út við tí lutinum úr azimuttinum, sum var sendur úr Aalborg til Hirtshals til nærri støddarkanningar. Boðini ur Hirtshals eru í fyrstu syftu, at luturin ikki er oyðilagdur, og tað merkir, at hann kann nýtast aftur.
Kortini er Regin I. Jakobsen varðugur í sínum metingum.
- Vit kunnu einki lova, fyrr enn vit hava fingið tað skriftligt frá verkstaðnum í Hirtshals, at luturin framvegis er nýtiligur. Men tað vita vit helst rímiliga tíðliga í morgin, sigur Regin I. Jakobsen.
Strandferðslan ætlar at gera sítt til, at arbeiðið gongur so skjótt sum gjørligt.
- Vit ætla okkum at streingja á alla tíðina fyri at spara ein dag her og har, sigur Regin I. Jakobsen, virkandi stjóri á Strandfaraskipum Landsins.