Sambært størsta rokkblaðnum í Onglandi, Kerrang, so er skilagott at halda eyguni við Sign, sum eru væl á veg at gerast limir í eksklusiva klubbanum, av íslendskum tónleikabólkum, sum sláa ígjøgnum á altjóða tónleikapallinum. Kerrang hevði fyri eini tveimum vikum síðani eina heila síðu um bólkin, ið heitti á lesaran at fylgja væl við Sign.
Fløgan Thank God for silence við staklagnum A little bit, sum New York framleiðarin Mark Plati hevur framleitt, og sum gittarhetjan, Earl Slick, gestar á, er júst givin út í Íslandi, Onglandi og á alnetinum. Hon fór beinleiðis inn á toppin á íslendska sølulistanum. Men eisini umheimurin byrjar at fáa eyga á íslendska undrið. Tónleikurin kann lýsast sum stórur, orkumikil og melodiøsur. Hann hevur sterkar røtur í arena rokkinum í 80unum. Men hóast eitt ávíst mát av nostalgi, er Sign bæði nútímans og viðkomandi. Og fram um alt er bólkurin ótrúligur á konsertum. Sign gevir seg 110% og blæsur bæði fólk og fæ um koll. Jantelógin finst ikki á sama hátt í Íslandi, sum vit kenna hana her og hetta er kanska grundin til, at íslendarar ferð eftir ferð taka heimin av bóli, ikki minst innan tónleikin, skrivar G! festivalurin millum annað.