Dagfinn Olsen
Klokkan er 8:30. Týsmorgun 23. november 1999. Enn er myrkt.
Við bussplássið norðanfyri tunnilin millum Kaldbaksbotn og Signabø hittast tveir bilar. 4 fólk trína út, tvey úr hvørjum bilinum. Tann eini í svørtum frakka.
Hóast hesa ófrættakendu byrjan, so er talan um gleðilig tíðindi innan føroyskt mentanarlív. Eitt nýtt føroyskt verk sær dagsins ljós. Eitt verk, ið setur ljósið í hásæti.Maðurin í svarta frakkanum er Sunleif Rasmussen
Umframt blaðmann og myndamann, er eisini ein kvinna í svørtum frakka, Urd Johannesen. Hon er tann, ið hevur fingið alt á glið, og Urd og Sunleif hava júst skrivað undir sáttmála og Sunleif er nú á veg heim, - niður aftur til Danmarkar. Men teir næstu 30 minuttirnar, áðrenn bussurin til flogvøllin kemur, hava tey bæði sett av til myndamann og blaðmann.
Ørandi hugskot
Fyri lítlum ári síðani setti Urd seg við bókini »Det Dyrebare Liv«. Hetta eru brøv, ið Jørgen-Frantz Jacobsen sendi vinmanninum Williami Heinesen. Teir báðir vinmenninir høvdu ikki bert alsk til skrivingina, men eisini til tónleikin. Í brøvum sínum til William, hevur Jørgen-Frantz ofta nýtt yvirskriftir úr tónleikaverðini fyri at lýsa hugløg. Soleiðis nevnst ein yvirskriftin nýggjársouvertura. Aðrar eru t.d. Rondo Allegro, Grave og Andante.
Nýggjársouverturan og tað, at Jørgen-Frantz hevði fylt 100 ár 29. november ár 2000, setti hugsanir í gongd, og Urd fekk stórfingin og ørandi hugskot.
Hon settist at gera verkætlan um eitt tónleikaverk til tekstin hjá Jørgen-Frantz.
Í umsókn orðar Urd upprunan til ætlanina soleiðis: »...eitthvørt átti at verðið gjørt fyri at heiðra henda mann, ið hevur glett okkum føroyingar við sínum skaldskapi og vísdómsorðum, og hevur sett Føroyar á heimskortið. Í bókini, sum Christian Matras hevur umsett, er eitt bræv, ið ber heitið ?Nýggjárs-ouvertura?, og tað er skrivað á ein slíkan hátt, at ein nærum hoyrir tónleikin ímillum linjurnar«.
Sunleif
Hon hevði nógvar og stórar ætlanir og fleiri tónasmiðir í huganum, men at enda ringdi hon til Sunleif Rasmussen.
- Eg var eitt sindur fjálturstungin. Men Sunleif bað hana faxa tekstin. Og 5 minuttir seinni ringdi hann aftur og segði, at hann tók uppgávuna, sigur Urd.
Síðani hevur Urd starvast við at fáa fígging til ætlanina, sum kemur at kosta einar 690.000 krónur.
Hon hevur fingið okkurt um 1/3 av hesum til vega og har eru Tórshavnar býráð, Norðurlandahúsið, Undirvísingar- og Mentamálastýrið og Mentanargrunnur Føroya Løgtings við í myndini.
Urd hevur sett seg í samband við Poul Jákup Thomsen frá Føroya Symfoniorkestri og tey eru komin ásamt um, at verkið verður frumframført sum partur av Várkonsertini hjá Symfoniorkestrinum 31. mars og 1. apríl ár 2001.
Luttakandi kór verða Havnarkórið og Kór Langholtskirkju úr Reykjavík.
Sunleif um verkið
Sunleif er blíðskortaður, tá vit sita í bilinum við bussplássið á Signabø og práta. Hann dylir ikki, at hann er fegin um at fáa bílegging úr Føroyum, tí tað hendir ikki ofta.
Sunleif metir, at hetta verður eitt oratorium uppá einar 40 - 45 minuttir. Hann vantar at verða liðugur við oratoriið á heysti ár 2000. So kann næsta hálva árið nýtast til venjing hjá luttakarunum. Tað verður skrivað fyri kór, orkestur og solistar. Hetta er fyrsta ferðin hann roynir tað, hóast hann áður hevur skrivað fyri øll hesi, men ongantíð í einum og sama verki.
Ljósið
- Teksturin er fyltur við tónleiki. Tað snýr seg um ljósið, komandi ljósið. Teksturin er næstan ein lovsongur til komandi ljósið og er skrivaður á nýggjárinum, tá tað byrjar at lýsna, sigur Sunleif.
- Sjálv bókin er jú sera áhugaverd og har er nógvur tónleikur. Millum annað er eitt tema, sum Jørgen-Frantz hoyrir, tá vindurin blæsur í ein krana. Hetta er eitt tema hjá Schubert og hetta hevur hann skrivað niður. Hetta verður tikið við í kompositiónina, sigur Sunleif, sum tykist hugtikin av høvundinum.
- Hann lurtar eisini eftir Stravinsky. Hetta vísir, at hann er frammaliga og lurtar eftir nýggjasta tónleikinum. Hann skrivar til William í 1926, at honum dámar væl Vároffurið hjá Stravinsky. Verkið var frumframført í 1912, sigur Sunleif.
Metaforar lýsa sinnisstøðuna
Jørgen-Frantz var raktur av sjúku á ungum árum og lá nógv á sjúkrahúsi. Hann doyði ungur og fekk t.d. ikki sjálvur gjørt bók sína um Barbaru lidna.
- Tá Jørgen-Frantz lýsir sína sinnisstøðu, so hevur hann nógvar metaforar, sum hava samband til tónleikin.
- Eg haldi tað er, tá hann byrjar uppá »Barbaru«, at hann sigur, at hugflogið er øgiligt, men likamið ringt. Tá skrivar hann nakað soleiðis, at »sinnið er sum villir blásarar, í steðginum av syrgnum violinum«. Hetta er Kroppurin, sigur Sunleif.
- Slíkar myndir hava týdning fyri meg, tá eg skrivi, sigur Sunleif.
Hann sigur, at føroyska týðingin hjá Christian Matras er sera góð og er ikki langt frá danska upprunatekstinum.
- Vit gera tað so, at verkið kann syngjast á báðum málum, føroyskum og donskum, og hetta er væl gjørligt, sigur Sunleif.
- Hetta er stórt verk, einar 45 minuttir, tí hetta er langur tekstur. Tað rímar ikki, men hetta liggur millum modernaða yrking og prosa, men talan er um tekst, ið er kjølfestur í tónleikinum, sigur Sunleif.
Nýhugsan
Tá talan kemur til tónleikin, so metir Sunleif, at talan verður ikki um tað, ið vit vanliga kenna Sunleif Rasmussen fyri.
- Nei, tað verður helst nakað av nýhugsan. Millum oratorium og korsymfoni, sigur Sunleif, sum enn ikki enn hevur funnið útav verkheitinum. Hann er tó vísir í, at nýggjársouvertura kann verkið ikki eita, tí ouvertura merkir stutt forspæl, og tað er ikki júst tað, sum talan verður um.
Í Heinesenshúsum
Sunleif váttar, at tað tók honum ikki langa tíð at siga ja til uppgávuna.
- Fyri tað fyrsta kom bíleggingin úr Føroyum og tað eri eg ikki vanur við og gjørdist tí fegin. Tá eg so hevði mint meg aftur á tekstin, so var leyst og liðugt og eg segði ja, greiðir Sunleif frá.
Nú er skjøtil settur á. Sunleif er byrjaður at skrivað og tað var í Heinesenshúsum, og tað er jú eitt sindur ímyndarligt, eru Urd og Sunleif samd um. Eisini sáttmálin varð undirskrivaður har.
Tey eru tó eitt sindur kedd av, at tey ikki klára at fáa verkið framført til sjálvan 100 ára dagin hjá skaldinum.
- Men vit kunnu tó grunda ár 2001 við, at yrkingin er skrivað í 1921 og er hon tí 80 ár tá, sigur Sunleif.
Frá myrkri til ljós
Urd kemur at hugsa um okkurt hon hevur lisið um Janus Djurhuus og saman hugleiða Urd og Sunleif um allar farnu skaldabrøður okkara.
- Høvundurin ímyndar sær, at hann er longur norðuri, har komandi ljósið ger seg galdandi. Tað verður eitt verk, ið byrjar myrkt, frá myrkri til ljós, sigur Sunleif. Eg eri byrjaður at skrivað tað ljósa fyrst, nú byrjanin til ta ljósu tíðina nærkast, sigur Sunleif.
Tey bæði heita á myndugleikar og tónleikakreftir um at standa saman so endaliga úrslitið gerst so gott sum gjørligt, tí hetta halda Sunleif og Urd at skaldið hevur uppiborið.
Eisini á Signabø hevur ljósið vunnið á myrkrinum og bussurin vestur á Flogvøllin sæst í tunnilsmunnanum.
Sunleif letur síðulúkuna á bussinum upp, - sum av handahógvi, - setur innar taskur og pappkassarnar við røstum kjøti.
Um eitt ár skal hann vera liðugur við tónleikin til nýggjársouverturu, sum Urd Johannesen hevur bílagt til heiðus fyri skaldið Jørgen-Frantz Jacobsen