- Loyalitetur er ein dygd

Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, talar nú at, eftir at hann í kjakinum í Dag&Viku týskvøldið bleiv brúktur sum dømi um ein loyalan politikara, tá dømi skuldi brúkast um, hví tað ikki loysir seg at vera loyalur í politikki.


– Eg føli meg noyddan at koma við eini viðmerking, tí tað vildi verið spell, um mítt politiska lív skal verða eitt skúladømi um, hvussu ein ikki eigur at arbeiða politiskt. Sjálvur havi eg verið nøgdur við ta ávirkan, eg fái á politiska pallinum, skrivar tingmaðurin í lesarabrævi sent fjølmiðlunum.


Tingmaðurin vísir í skrivinum á, at hann er grundleggjandi ósamdur í premissuni í kjakinum, har loyalitetur mótvegis veljaranum bleiv settur upp ímóti loyaliteti mótvegis flokkinum.


– Hetta er í mínari verð ein skeiv fatan. Tá ein politikari stillar upp fyri ein flokk, er uppgávan at føra flokspolitik og at fremja floksins hugsjón í verki. Teir veljarar, sum velja ein politikara á ting fyri ein flokk, velja tann politikaran, sum teir halda umboðar floksins hugsjón á besta hátt, skrivar tingmaðurin.


Jónleif Johannesen ásannar tó, at veljarar ikki einans velja flokkar, men velja eisini politikarar, ið lova at virka fyri raðfestingum, ið veljarin metir vera týdningarmiklar. Men tað kann sambært tingmanninum vera trupult at fremja alt í verki, tá tað eydnast viðkomandi at koma á ting.


– Tá politikari stillar upp fyri ein flokk, verður tað undir floksins skjaldrarmerki, hann virkar fyri raðfestingunum. Hetta er grundleggjandi í politisku skipanini, og hetta eiga politikarin og veljarin at vita og virða. Vit hava ikki siðvenju fyri blokkpolitikki í Føroyum, og tí kunnu lyftir floksins til veljaran vera torfør at náa í øllum lutum. Til tað spenna samgongurnar í Føroyum ov víða, skrivar Jónleif Johannesen.


Í lesarabrævinum avvísir tingmaðurin ikki, at tað er møguligt hjá einum politikara einans at arbeiða eftir egnari sannføring, men vísir á, at tað røkkur ikki langt í politikki.


– Skal ein politikari bert arbeiða eftir egnari sannføring, hevur hann tvey í at velja. Ikki at luttaka í nakrari samgongu ella onga meining at hava um nakað sum helst. Hvørgan av hesum loysnunum eru virðiligar fyri veljaran, uttan so at viðkomandi greitt boðar frá hesi støðutakan undan valinum, skrivar Jónleif Johannesen.


Í lesarabrævinum trívur løgtingsmaðurin í fleiri av teimum avrikum, ið sitandi samgonga hevur framt, og vísir á, at tað í hvøjrum einstaka føri eru 17 tingfólk, ið hava gjørt tað møguligt.


– Æruna eiga í hvørjum einstøkum føri minst 17 tingfólk, ið geva hesum raðfestingum grønt ljós. At kleyra seg sjálvan hægst hvørja ferð okkurt er at fegnast um, er ikki ein framferð mær dámar. Ein politikari, ið gjøgnumgangandi vísir slíkan atburð, traðkar á tey, sum halda honum uppi. Politikkur er at samstarva um raðfestingar, og hetta krevur at vit virða hvønn annan. Í viðgongd og mótgongd.


Loyalitetur er ein dygd, og eri eg sannførdur um, nú sum áður, at tað er ein eginleiki, ið lønar seg. Eisini í politikki.


Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá Jónleif Johannesen við at trýsta á her.