Loynidómar­nir handan odda­sessin

Við einum greiðum sigri móti EB/Streymi, er B36 enn oddalið í Effodeildini við 17 stigum eftir sjey dystir. Hetta er komið óvart á fleiri, men vit fara at hyggja eitt sindur nærri eftir, hvat tað er, sum ger, at B36 hevur fingið eina so góða byrjan upp á kappingarárið

B36 - EB/Streymur 3-1 (1-0)
1-0: Sjálvmál 1.
2-0: Adeshina Lawal 82.
3-0: Jákup á Borg 88.
3-1: Egil á Bø 90.
Dómari: Ransin N. Djurhuus


Áðrenn fótbólts­kapp­ingar­árið bleiv skotið í gongd fyri knøppum tveimum mánað­um síðani, bleiv dúgliga gitt um, hvørji lið fóru at hava viðvind, hvørji fóru at fáa tað trupult og so framvegis.
Eitt av liðunum, sum var sera trupult at meta um, var B36. Liðið hevði verið fyri ávísum broytingum bæði á vøllinum og uttan fyri vøllin, men semja tóktist tó at vera um, at liðið sá sera spennandi út offensivt, meðan spurnar­tekin hinvegin blivu sett við verjupartin, har árstals­felagið úr høvuðs­staðnum sá út til at vera ógvuliga tunt mannað.
Men sjálvt um ivamálini vóru mong, so eru nógvir av spurningunum við­víkj­andi B36 nú svaraðir. Lið­ið er væl og virðiliga ført fyri at kappast heilt frammi í oddinum, og tunni og møguleiki veiki verju­parturin, sum hevur verið so nógv umtalaður, sær als ikki tunnur út, og hann er so bestemt ikki veikur.
Hetta merkir millum ann­að, at liðið hevur fingið sína bestu kappingarbyrjan í samfull 14 ár, har liðið eftir fyrstu sjey umførini liggur á odda við 17 stigum.
Vit fara her at hyggja eitt sindur nærri eftir, hví byrjanin hjá B36 hevur verið so góð, og fara at vísa á fýra ting, sum hava verið viðvirkandi til góðu gongdini hjá B36 higartil í ár.

1. Sámal Erik Hentze
Nýggi venjarin eigur heilt víst sín stóra lut í góðu gongdini. Sámal Erik Hentze er ótrúliga nærlagdur, og hann hevur eina greiða spæl­skipan, har leikararnir kenna sína uppgávu. Har tykist eisini at vera ein ætlan í øllum tí, sum Sámal Erik Hentze og hansara venjara­toymi í B36 arbeiða við, og so halda vit tað vera av størsta týdningi, at venjarin ikki er bangin fyri at geva teimum ungu leikarunum møgu­leikan.

2. Smáspælið
Eitt av stóru samtalu­evn­unum í ár, hvat viðvíkur B36, er flotta og flótandi smá­spælið. Høga tekniska støðið á liðnum ger tað møguligt at gjøgnum­føra ein slíkan spæli­stíl, og B36 dugir tað til fulnar. Teir hava gjørt sær dælt av sterka smáspælinum í øllum dystunum, og tað er hetta, sum kastar flestu møgu­leikarnar av sær.

3. Profilarnir sláa til
Øll liðini í Effodeildini hava profilar á liðnum, men fyri at eitt lið veruliga skal gera seg galdandi í oddinum, so krevur tað, at størstu pro­filarnar sláa til, og tað hava teir gjørt hjá B36. Her verður kanska serliga hugsað um Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal, Jákup á Borg og Róald Jakobsen, og hesir hava allir spælt fram úr væl í ár. Her er vert at leggja afturat, at tað eisini eru hesir, sum standa sterkastir í myndini, tá tað kemur til góða smáspælið.

4. Ókendu faktorarnir
Fyri B36 hevur tað eisini verið týdningarmikið, at ókendu faktorarnir sláa til. Her verður hugsað um, at fleiri av leikarunum, sum mann kanska ikki væntaði so nógv av, bæði væl og virðiliga hava tikið av møguleikanum. Her kunnu nevnast Alex Mellem­gaard, sum hevur flest upplegg í Effodeildini, Tórður Thomsen, sum ikki hevur gjørt tey droppini, sum vit onkuntíð hava sæð, Hanus Thorleifsson, sum hevur gjørt tað væl, líka­mikið hvar á vøllinum hann er settur at spæla, Høgni Eysturoy, sum altíð er álítandi á høgra bakki, og Andrias Høgnason Eriksen, sum bleiv tveittur fyri leyv­ur­nar í miðverjuni, men sum eins og síðumaðurin, Hørður Askham, hevur tikið av møgu­leikanum frá fyrsta dysti.

Skulu útnytta sterku síðurnar hjá leikarum
Eftir dystin millum B36 og EB/Streym fingu vit eitt stutt prát við venjaran hjá B36, Sámal Erik Hentze. Hann vildi ikki beinleiðis úttala seg um sín egna týdning við­víkj­andi góða gongdini, men segði seg annars vera samd­an við nógvum av teimum tingunum, sum vit hava víst á omanfyri.
– Ja, eg eri samdur við nógvum av teimum ting­unum, sum tit vísa á. Serliga smáspælið hjá okkum haldi eg hevur riggað rættiliga væl higartil í kappingarárinum, og hetta er nakað, sum hevur givið fleiri av hinum liðunum trupulleikar, sigur Sámal Erik Hentze.
Í hesum sambandi vísir venjarin eisini á týdningin av at útnytta tær sterku síður­nar, sum teir ymsu leik­ararnir hava.
– Eg haldi tað sjálvur vera umráðandi, at vit sum venj­arar dyrka tær sterku síður­nar hjá leikarunum. Eg havi millum annað nakrar ómeta­liga dugnaligar leikarar offen­sivt, sum eru sterkir á bólt­inum og sum dáma væl smáspæl. Tað nyttar ikki, at vit so fara inn við tí inn­stillingi, at hesir leikararnir skulu verja eitt úrslit heim. Í staðin vilja vit gjarna hava bóltin, og so royna at gera okkum dælt at teimum sterku síðunum, sum hesir leik­ararnir hava, og tað er ser­liga her, at vit hava arbeitt nógv við smáspælinum, sum jú hevur riggað væl higartil í ár, sigur Sámal Erik Hentze.

Dysturin
Annars er stutt at siga um dyst­in, at B36 fekk júst ta byrjan­ina, sum teir høvdu droymt um. Eftir ein góðan minutt komu teir nevniliga á odda í dystinum móti EB/Streymi, tá liðskiparin hjá sundalagsmonnum, Gert Hansen, var so óheppin at skalla bóltin í egið mál eftir eitt hornaspark.
Eftir hetta lagaði fyrri hálv­leikurin seg júst soleiðis, sum B36 hevði vónað. Teir sótu á tí mesta og høvdu eis­ini møguleikar at leggja seg á odda við meira enn einum máli, men hesum tóku teir ikki av.
Tíðliga í seinna hálvleiki framdi EB/Streymur onkra taktiska broyting, og hetta vísti seg at rigga væl. Serliga væl riggaði at fáa Rógvi E. Nielsen inn á vinstra bakk, so­leiðis at liðið nú hevði ein vinstrabeintan leikara á hesum plássi. Hetta skapti størri breidd á liðnum, og EB/Streymur tók nú yvir stóran part av spælinum.
Teir komu eisini fram til fleiri góðar støður, men tá teir ikki tóku av hesum, so blivu teir revsaðir av B36 í hinum endanum. Ein væl upp­lagdur Høgni Midjord, sum kom á vøllin eftir ein tíma, átti sín stóra leiklut í av­gerðini.
Fyrst átti hann uppleggið, tá Adeshina Lawal økti til 2-0, og síðani átti hann sín stóra leiklut í uppspælinum, tá Jákup á Borg økti til 3-0. So gjørdi tað minni fyri B36, at EB/Streymur fekk minkað um munin í evstu løtu.
Við sigrinum er B36 enn oddalið í Effodeildini við 17 stigum. Harðastu kappingar­neytarnir í oddinum eru grann­arnir úr HB, sum eisini vunnu um vikuskiftið.

Við 17 stigum eftir sjey dystir hevur B36 fingið eina fantastiska byrjan upp á kappingarárið. Hetta er besta byrjanin hjá B36 upp á eitt kappingarár í heili 14 ár. Seinast, B36 hevði fleiri enn 17 stig eftir sjey umfør, var í ár 2000, tá B36 hevði 18 stig eftir fyrsta sjey dystirnar.

Sjálvt um kappingarbyrjanin hjá EB/Streymi hevur verið misjøvn, so hava teir fingið eina væl betri byrjan í ár enn í fjør. Eftir fyrstu sjey umførini í fjør hevði liðið bert fimm stig og lá til niðurflyting. Nú hava sundalagsmenn níggju stig og liggja á einum 6. plássi.

- - -

Leikarametingar:

B36:

Tórður Thomsen 4
Fær seg ikki veruliga royndan, men tekur tað, hann skal. Kemur fleiri ferðir væl út í feltið eftir bóltinum í seinna hálvleiki.

Høgni Eysturoy 4
Sterkur defensivt og er væl við í spælinum fram eftir vøllinum. Sera álítandi og ger mest sum altíð sítt arbeiði til lítar.

Hørður Askham 4
Hóast sín unga aldur er hann við at gerast stýrimaðurin í verjuni. Spælir við stórum yvirliti og heldur mest sum EB/Streymi frá møguleikum. Hevði ávísar trupulleikar við deyðbóltunum.

Andrias H. Eriksen 4
Hevur av álvara tikið av álitinum, ið er latið honum. Sterkur defensivt og ger tað gott í luftspælinum, og so tekur hann nógvar rættar avgerðir, sjálvt um hann er bæði ungur og óroyndur.

Alex Mellemgaard 4
Vann nógvar bóltar og steðgar fleiri mótálopum. Hann er raskur at koma fram við, og góði bóltførleikin ger, at hann altíð er væl við í sterka smáspælinum hjá B36.

Jákup á Borg 4
Arbeiddi hart. Var við í nógvum av smáspælinum og eigur tí ofta lut í tí, sum hendir offensivt. Punkteraði dystin við málinum til 3-0.

Róaldur Jakobsen 4
Tryggur á bóltinum og átti sín stóra lut í, at spælið hjá B36 fleyt so væl. Var alla tíðina spælbarur og arbeiddi hart í verjustøðu. Er grundsteinurin undir mótálopunum við nógvum røttum avgerðum.

Hanus Thorleifsson 3
Arbeiðsinnsatsurin var góður, men Hanus var ikki so eyðsýndur, sum hann onkuntíð hevur verið. Leikluturin var eisini eitt sindur meira defensivur, og hetta kann hava verið orsøkin til, at vit ikki sóu hann so nógv.

Rasmus Dan Sørensen 2
Arbeiðir altíð væl, men kemur ongantíð veruliga inn í smáspælið hjá B36 og blívur tí heldur anonymur í gjøgnum dystin.

Lukasz Cieslewicz 5
Fantastiskur dystur. Hann er sera sterkur í góða smáspælinum, og EB/Streymur fær mest sum ikki bóltin frá honum. Er við í at kalla øllum tí offensiva hjá B36, og eigur næstsíðsta fótin á málinum til 3-0.

Adeshina Lawal 5
Ein sannur arbeiðshestur, sum søkir allar møguleikar. Megnaði ofta at temja bóltin í uppspælinum, venda sær og koma í góðar støðir. Málið er krúnan á verkinum.

Høgni Midjord 5
Varð dystaravgerandi, eftir at hann kom á vøllin. Átti uppleggið til 2-0 málið, var við í uppspælinum til 3-0 málið og spældi sum heild ein branddyst.

Klæmint Matras:
Var ov stutt á vøllinum til at gera eina meting.


EB/Streymur:

René Tórgarð 3
Fær ikki gjørt nakað við málini hjá B36. Hevur annars onkra góða bjarging serliga í fyrra hálvleiki, men útspørkini eru ov vánalig.

Gert Hansen 2
Ger eitt sjálvmál beinanvegin og kemur ikki so væl frá fyrra hálvleiki. Spælir seg upp, tá hann verður fluttur á sentrala miðvøllin, har hann vann fleiri bóltar.

Egil á Bø 3
Vísti stóra styrki í nærdystum og luftdystum. Hevði ávísar trupulleikar við skjótu fintunum hjá Lukasz, men stóð seg sum heild væl defensivt. Fekk eisini eitt mál, tá hann bleiv fluttur fram í álopið.

Marni Djurhuus 2
Plaseringarnar vóru góðar, men hann hevði stórar trupulleikar við styrkini og skjótleikanum hjá Adeshina Lawal.

Jónas Tór Næs 2
Kemur illa frá uppgávuni á vinstra bakki, har hann missir nógvar bóltar og tykist ótryggur. Er tó eisini fullkomiliga feilplaseraður á hesum plássi. Kemur betur inn í dystin, tá hann fer á høgra bakk.

Høgni Madsen 1
Passar als ikki inn í spælið hjá EB/Streymi. Gongur ov seint, tá hann skal seta spælið í gongd, og tiltiknu langu avleveringar vóru óneyvar í dag. Bleiv eisini útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki.

Pól Jóhannus Justinussen 2
Arbeiðsinnsatsurin er góður, og hann er ein støðug hóttan í deyðbóltum og innleggum hjá EB/Streymi, men hevði stórar trupulleikar móti skjóta spælinum á miðvøllinum hjá B36.

Niels Pauli Danielsen 2
Hevur stórar trupulleikar við smáspælinum hjá B36, og kemur annars ikki so væl frá uppgávuni fram eftir vøllinum. Arbeiðsinnsatsurin er tó góður, og hann eigur eisini uppleggið til málið.

Leif Niclasen 1
Hetta var ikki dagurin hjá Leif. Fær ikki nógv at arbeiða við, men fær heldur ikki nakað burtur úr teimum góðu støðum, sum hann kemur í.

Hans Pauli Samuelsen 1
Hevur brúk fyri at verða spældur í góðar støður, men verður at kalla ongantíð settur rætt upp. Megnaði ikki sjálvur at seta sín dám á dystin, og dettur tí fullkomiliga burtur úr dystinum.

Arnbjørn Hansen 1
Virkar tungur og ómotiveraður. Fekk lítið at arbeiða við, og tá hann so fekk okkurt at arbeiða við, tóktist hann heldur ikki at vilja tað nokk. Av tí sama miseydnaðist alt.

Rógvi E. Nielsen 3
Skapar eina heilt øðrvísi breidd, tá hann kemur á vøllin, og EB/Streymur fær sína bestu løtu eftir innskiftingina. Fær ikki gjørt stórvegis við málini hjá B36.

Gunnar Zachariassen
Var ov stutt á vøllinum til at gera eina meting, men kundi verið vístur av vøllinum fyri eitt stórt frustratiónsfríspark móti Klæmint Matras.