Í loyndum hava umboð fyri teir ymsu partarnar í Irak hildið fleiri fundir í Finnlandi Sambært finskum fjølmiðlum eru partarnir samdir um at tað, sum verður kallað tað fyrsta stigið í einari friðarætlan.
16 umboð fyri teir ymsu fólkabólkarnar í Irak hava verið í Helsinki teir seinastu fýra dagarnar, har tey hava tingast um, hvussu endi kann fáast á ófriðinum í Irak.
Tingingarnar hava verið sera loyniligar, men tað er greitt, at fyrrverandi finski forsetin Martti Ahtisaari hevur verið semingsmaður, og at hann hevur brúkt gongdina í Suðurafrika og Norðurírlandi sum fyrimynd, skrivar NTB í morgun.