Mánadagin klokkan 12 verður fyrsta flagið loyst í sambandi við arbeiðið at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall. Tað verður í Ánunum, at tað fer fram, men av tí, at korona gongur, verður tiltakið ikki alment, men bara fyri innbodnum.
Sostatt er sjøtul settu á arbeiðið at gera tunlarnar Norður um Fjall, men tað, sum nú verður gjørt, eru vegirnir til og frá tunlunum.
Tað verður Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða at vera vælkomin á staðnum. Síðani fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at bera fram røðu og loysa fyrsta flagið.
Nýggi Árnafjarðartunnilin verður umleið 1.900 metrar langur og níggju metrar breiður. Nýggi Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 m langur og 9 m breiður.
Í Ánunum skulu gerast umleið 500 metrar av vegi. Í Árnafirði skulu gerast umleið 500 metrar av vegi ímillum tunlarnar, og í Norðdepli skulu gerast umleið 900 metrar av vegi.
Afturat tí verða nýggjar íbindingar gjørdar í Árnafirði og til gomlu tunlarnar, har gjørdir verða umleið 1000 metrar afturat av nýggjum vegi.
Arbeiðið er mett at taka umleið 4 ár treytað av, at játtan verður til arbeiðið.