Loysir helst seinni í vikuni

- Hóast tað hevur gingið eitt vet niðureftir hjá nótavinnuni í seinastuni, hava vit hampiliga góðar vónir, sigur reiðarin á Høgabergi, Anfinn Olsen

Fiskivinna

Nýggi nótabáturin hjá EM-Shipping, Høgaberg, sum kom á Fuglafjørð úr Noregi seinasta leygardag, fer væntandi til fiskiskap seinni í hesi vikuni.
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at Skipasýnið er í ferð við at gjøgnumganga skipið, og tá ið øll viðurskifti eru komin uppá pláss, verður loyst.
Hann væntar ikki, at neyðugt verður at fremja tær stóru ábøturnar, tí alt bendir á, at skipið er í góðum standi.
- Farið verður antin á lodnuveiði í íslendskum sjógvi ella á svartkjaftaveiði í ES-sjógvi.
Reiðarin sigur, at møguliga fer skipið at veiða lodnu til matna um einar 2-3 vikur.
- Men tað er ikki altíð, at marknaðurin fyri lodnu til matna er so góður. So, hetta avhongur av, hvussu marknaðurin verður, tá ið rognaprosentið í lodnuni verður størri.
Spurdur um vónirnar, nú felagið hevur keypt Høgaberg og selt Jón Sigurðsson, sigur Anfinn.
- Jú, eg haldi, vit hava hampiligar góðar vónir, hóast tað hevur gingið eitt vet niðureftir hjá nótavinnuni í seinastuni, sigur hann.
Høgaberg, sum er fyrrverandi Gullfinnur, hevur somu kvotu, sum hini føroysku nótaskipini hava, burtur sæð frá markelkvotuni; her er kvotan hjá Høgabergi 40% minni.
Við skipinum verða 13 mans, og skipari verður fuglfirðingurin, Jógvan Hentze, sum býr í Gøtu.
EM-Shipping, sum eigur Høgaberg, hevur 2/3 av partapeninginum í Føroyum og 1/3 í Íslandi.

Keyptu felagið

Tað var seinnapartin í nítiárunum, at felagið, EM-Shipping, sum Gulak Madsen átti, varð lýst til sølu í bløðunum.
- Vit løgdu eitt boð inn og keyptu felagið, sigur Anfinn Olsen.
Hann vísir á, at Jón Sigurðsson og nú Høgaberg hevur kvoturættindini hjá nótaskipinum, Skálafossi og Ester, sum EM-Shipping átti. Hesi stava heilt aftur til Leiv Hepna.
Skálafossur hevur eisini havt navnið, Havlot og seinni Ruth.