Tey seinastu 150 árini hevur tann kenda Wallenberg-ættin í Svøríki gjørt íløgur av ymsum slagi og tað við so hepnari hond, at íløgurnar geva ættini fleiri milliardir krónur í avlopi um árið.
Í 1916 stovnaði Wallenberg-ættin íløgufelagið Investor, sum millum annað hevur sett pengar í stórar fyritøkur so sum bankan SEB, heilivágfyritøkuna Astra Zeneca, elektronikkfyritøkuna Ericsson og orkufyritøkuna ABB. Hesar íløgurnar góvu íløgufelagnum meiri enn átta milliardir krónur í avopi í fjør, og roknskapurin fyri árið vísti, at Investor eigur virði fyri umleið 90 milliardir krónur.
Roknskapurin vísir, at tað mesta a avlopinum komst av, at partabrøvini í Ericson hækkaðu nógv í virði í fjør.