Loysir seg ikki at snýta

? Spælið hevur fingið so góða móttøku, at tað er eingin grund at gevast við tí, sigur sjónvarpsstjórin Tróndur Djurhuus

Ólavur í Beiti


Nýggja spælið hjá Sjónvarpinum »6 í Rútara« er komið fyri at verða, og tó at gitingar hava verið um, at tað helst ikki fór at vinna fram og Sjónvarpið umhugsaði tí at gevast við tí

sum við øðrum spølum, avsannar Tróndur Djurhuus, at umhugsað hevur verið at gevast við spælinum. Tað er tað eingin sum helst grund til, sigur sjónvarpsstjórin.

Tað er eingin loyna, at tað mangan er torført at koma ígjøgnum, sum sagt verður, og tí hava ymisk snildni verði nýtt í sambandi við »6 í Rútara« spælið eisini. Eitt nú er ein háttur

at tryggja sær at koma ígjøgnum, tá ið tú hevur rætta kortið á tínum seðli, at tú hevur kopierað tín seðil og givið fleiri fólkum eitt kopi av seðilinum. Tá ið so rætta kortið kemur fram

á skýggjanum, ja so ringja øll og tryggja soleiðis, at tann sum uppruna seðilin eigur sleppur ígjøgnum og fær ein vinning í hvussu so er.

Talan er ikki um tær stóru upphæddirnar í fyrsta umfarið, úr 200 til 2000 krónur, men ert tú heppin, kanst tú koma víðari, gita myndina og fáa 5000 krónur aftrat. Eisini kanst tú

koma enn longur og fáa lut í stóru vinningunum. Kennir tú mannagongdina í spælinum, ja so er hetta eingin trupulleiki, tó at tað ikki neyðturviliga er tann sum uppruna seðilin eigur, sum ringir inn. Uppruna seðilin skal bert vísast, tá ið peningurin skal gjaldast.


Visti einki um tað

Sjónvarpsstjórin verður í hesi samrøðuni kunnaður um henda framferðarhátt í sambandi við »6 í Rútara« spælið, og er hann óvitandi um hetta, sigur hann. Hann sigur seg ikki hava merkt nakað til, at hetta við at kopiera er serliga umfatandi, tí undirtøkan er rættiliga stór enn, og hann skilir ikki, at fólk skulu finna frægd í at kopiera sín seðil, tí vinningurin verður

tað minni, um hann skal deilast við fleiri.

Tað er nú ikki neyðugt at deila vinningin í so nógvar partar, tí tað verður bert tann sum kom ígjøgnum og tann sum seðilin eigur, sum deila vinningin! Allar avtalur um

vinningsbýti eru gjørdar frammanundan, um fólk hava hug at vera við í hesum leiki!

Men sum longu nevnt, so er sjónvarpsstjórin ikki ræddur fyri hesum spælinum, tí móttøkan hevur verið góð og hetta er eitt undirhaldandi spæl, sum verður verandi, leggur hann

aftrat rættiliga v