Tá ið Fólkaflokkurin fyri tveimum árum síðani fór út í landsstýrið, setti hann sær fyri at fáa nøkur ting ígjøgnum, sum búskaparliga skuldu bøta um og gera tað liviligari hjá tí vanliga fólkinum.
Í samgonguskjalinum settu vit okkum m. a. fyri
1)at lækka skattatrýstið,
2)at skattaskipanin ikki skuldi vera atvoldin til, at fólk framvegis flutti av landinum,
3)at hjúnabandsstøða ikki skuldi hava skattliga ávirkan, og
4)at avtaka fíggjarognaravgjaldið.
Til ber ikki at fara út í æsir í eini stuttari grein, men øll, sum fylgja eitt sindur við, vita, at Annfinn Kallsberg í sínum stutta skeiði úti í landsstýrinum hesaferð hevur megnað at fingið hesi málini ígjøgnum. T.d. hevur ein inntøka upp á 140.000 kr. nú 1000 kr. meira eftir um mánaðin, enn hon hevði fyri bert trimum árum síðani.
Búskaparpolitikkurin, sum hevur verið førdur, síðani Fólkaflokkurin kom upp í samgonguna fyri tveimum árum síðani, hevur eisini ført við sær, at føroyingar aftur eru farnir at trúgva upp á seg sjálvar, og kravið um eina uppgerð við Danmark hevur ongantíð verið størri enn nú.
Tá ið eg nú aftur havi latið meg stillað upp fyri Fólkaflokkin, er tað tí, at eg fegin vil vera við til framhaldandi at føra ein frælslyntan, borgarligan politikk, men ikki minni tí, at eg onga løtu ivist í, at tær loysnir, sum Fólkaflokkurin hevur víst á í sambandi við viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, eru tær røttu.
Eg fari tí at heita á fólk um at fara á val 30. apríl og geva okkum heimild til at halda fram við politikki okkara bæði á tí búskaparliga og tí tjóðskaparliga økinum.
Fuglafirði, 7. apríl