Góða spælið hvarv í regninum og vindinum í Klaksvík seinnapartin. Skála var gestur, og tað var lagt upp til góðan hýr og festivalróm. Men soleiðis varð tað ikki. Lágættarstormur og grimdarregn bóru umstøður við sær, sum vóru torførar bæði hjá teimum á og kring vøllin.
Hóast vind og regn, so fóru klaksvíkingar til hús í góðum hýri. Tað eydnaðist KÍ at vinna 1-0 og harvið at tryggja sær trý stig. Tey eru kærkomin í stríðnum hjá KÍ at sleppa longri burtur frá niðurflytingar hóttanini.
Einsamalla málið skoraði Harley Bertholdsen í yvirtíðini í 1. hálvleiki. Úr 40 metrum sendi hann fríspark í brotsteigin. Bólturin støkk í vøllin og so framvið øllum trunkanum av spælarum. Umvegis tvørtræið fór bólturin í málið, uttan at nakar hevði nortið hann, síðani KÍ veteranurin úr stóru fjarstøðuni hevði sent hann móti málinum.
KÍ hevur nú átjan stig og er átta stig frá teimum báðum botnliðunum, AB og VB/Sumba, sum hava 10 stig. Skála er á 5. plássi við 23 stigum.
Tveir dystir í Formula deildini verða spældir í morgin: NSÍ-GÍ og VB/Sumba-EB/Streymur.