Lufthansa slept SAS

Týska flogfelagið Lufthansa hevur nú slept ætlanini at keypa tað skandinaviska flogfelagið SAS. Tað váttaði ein av stjórunum, Christoph Franz, í samrøðu við Børsen í gjár. Týska felagið hevur keypt bretska flogfelagið British Midland og tað eysturríkska Austrian Airlines, og Christoph Franz sigur, at við hesum íløgum hevur felagið gjørt tær íløgur, sum tað er ført fyri at gera.

SAS hevur havt stórt hall tað seinasta árið, og Christoph Franz sigur við Børsen, at Lufthansa kann ikki loysa allar trupulleikar í altjóða flogferðsluni.