B68-Lokeren 2-4 (2-2)
B68 fer í morgin til Belgia, har teir leygardagin skulu spæla í Intertoto. Neyvan nakar mundi frammanundan rokna við, at føroyska liðið fór at hava nakran møguleika at sleppa víðari í kappingini. Og eftir 4?2 tapið á heimavølli eru allar vónir um framhaldandi altjóða fótbólt burtur.
Fyrra umfarið á Svangaskarði var heilt hugaligt. Eftir B68 kiks í uppspælinum fingu gestirnir ókeypis møguleika. Miðverjan hjá toftamonnum var á veg fram, tá Mputu Bandu fekk stungið fram ímillum og gjørdist púra leysur við Kjartani Nesá, sum aftur hesa ferð var í málinum.
Men B68 svaraði aftur. Marcelli Marcellino stútaði til 1?1, eftir at John Heri Dam hevði sent innfyri úr høgru. Hann og Arnold Joensen høvdu ornað stutt horna. Tá var ein hálvur tími farin, og sjey minuttir seinni gjørdist tað rættuliga stuttligt eftir skjótt mótálop. Fróði Benjaminsen, sum var staddur aftarlaga á vøllinum, sendi Arnold Joensen avstað í høgru, verjan tóktist hava tak á innlegginum, men Súni Fríði Johannesen kom ímillum, og so var 2?1 til B68.
Veikleikarnir
Lokeren javnaði í síðsta álopinum undan steðginum. Eftir umkast í høgru sendu teir tvørturum, og har fekk Karim Elbodmossi alt ov gott pláss, áðrenn hann við vinstra beini sendi flatt í handara síðunetið.
Lokeren hevði heilt lítið av besta fólkinum við, og spælararnir vóru bara fimtan í tali. Kekkiski landsliðsmálverjin hevði fingið frí, og tað høvdu íslendsku spælararnir eisini. Talan var um ungt og óroynt lið, men sum seinna umfarið leið, sást alt betur, at teir vóru væl betri fyri enn B68. Síðstu tjúgu minuttirnar var eingin luft eftir í toftamonnunum, og tapið kundi væl havt verið størri enn 4?2. Eftiransingarnar hjá heimaliðnum dragnaðu, og gestirnir vóru ofta í yvirtalsstøðum, tá teir fóru í skjót mótálop.
Triðja málið fingu teir eftir langt innlegg úr høgru. Næstan av baklinjuni stútaði Elbodmossi í handara síðunetið. Hetta var miðskeiðis í 2. hálvleiki, og fýra minuttir undan leikloki var tað miðvallarin Okitankoyi Kimoto, sum gjørdi hevði lætt spæl, eftir at tað enn eina ferð var kiksað í B68 uppspælinum.
INTERTOTO
B68?Lokeren, Belgia 2?4 (2?2)
Á Svangaskarði leygardagin 16. juni 2001, kl. 17.00
300 áskoðarar
Dómaratrio úr Ukreina:
4. dómari: Jens Albert Simonsen
UEFA umboðsmaður úr Ungarn:
0?1: Imbungu Mputu Bandu 10.
1?1: Marcello Marcellino 30.
1?2: Súni Fríði Johannesen 37.
2?2: Karim Elbodmossi 45.
2?3: Karim Elbodmossi 64.
2?4: Okitankoyi Kimoto 86.
B68: 1. Kjartan Nesá ? 21. Jan C. Dam, 4. Hans Fróði Hansen, 3. Jákup Eli Olsen ? 11. Arnold Joensen, 7. Øssur Hansen, liðformaður, 16. Jan Petersen (19. Jann Ingi Petersen, 46.), 10. Fróði Benjaminsen, 6. John Heri Dam ? 9. Marcello Marcellino, 20. Súni Fríði Johannesen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Magnus Poulsen, 5. Marlon Jorge, 8. Mortan Hansen, 17. Messias Pereira, 18. Oleif Joensen
Venjari: Jóannes Jakobsen
Liðleiðari: Jógvan Højgaard
Lokeren: 12. Frank Symons ? 2. Michaël van Hoey, 3. Stefaan Staeliens, 13. Andy Vande Sorbel, 5. Stefan van Dender, liðformaður ? 7. Okitankoyi Kimoto, 14. Dennis Moerenhout (15. Bart Desmet, 84.), 6. Camille Muzinga (17. Thomas Ruys, 87.), 8. Davy de Beule ? 9. Imbungu Mputu Bandu (10. Rigo Bwayi Kidoda, 79.), 11. Karim Elbodmossi
Á beinkinum uttan at verða skiftur inn: 18. Ortwin Helderwert
Venjari: Paul Put
Gult kort: Stefan van Dender 8.