Enska fótbóltssambandið hevur nú ákært Liverpool framherjan fyri at hava brúkt rasistiskan málburð móti Manchester United vejruleikaranum, Patrice Evra, tá liðini brustu saman á Anfield fyrr í ár. Luis Suarez sigur seg vera ósekan.
Eftir 1-1 javnleiki millum Liverpool og Manchester United segði Patrice Evra við fronsk miðlafólk, at Luis Suarez hevði sagt nigger við hann mist tíggju ferðir. Luis Suarez, sum er úr Uruguay, sigur seg hava brúkt orðið negrito, sum ikki hevur rasistiskar undirtónar í Uruguay.
Liverpool hevur umvegis heimasíðuna hjá felagnum vísti sín fulla stuðul til Luis Suarez í hesum sambandi.
Tað koyra í løtuni fleiri sakir, ið hava rasismu at gera. Enski liðskiparin, Chelsea miðverjin John Terry, er eisini undir illgruna fyri at hava brúkt rasistiskan málburð móti QPR miðverjanum, Anton Ferdinand. Somuleiðis er ein Chelsea viðhaldsmaður eisini ákærdur fyri at kalla Daniel Sturridge fyri eina apu, tá hann bleiv innskiftur í Champions League dystinum á útivølli móti Genk.