Lukasjenko vil hava Putin at enda kríggið í Ukraina

- Vesturheimurin ynskir, at russar og ukrainar oyðileggja hvønn annan, sigur einaræðisharrin í Hvítarusslandi, Alexandr Lukasjenko, við russiskt sjónvarp.

Alexandr Lukasjenko, sum er ein av stuðlunum hjá Vladimir Putin, heitir nú á russiska forsetan um at fara í friðarsamráðingar og fáa ein enda á krígnum í Ukraina.

 

Í einari samrøðu við statsrikið russiskt sjónvarp, sum Sky News endurgevur, sigur Lukasjenko seg stúra fyri, at kríggið kann spreiða seg til Hvítarusslands.

 

- Lat okkum sessast við samráðingarborðið og fáa ein enda á hesum stríðnum, sigur hann í samrøðuni.

 

Sambært Alexandr Lukasjenko eru tað bara høgtstandandi fólk við amerikanskum upphavi, sum hann tekur til, ið ynskja, at kríggið í Ukraina heldur fram.

 

- Vesturheimurin ynskir, at russar og ukrainar oyðileggja hvønn annan, heldur hann fyri.

Einaræðisharrin sigur eisini, at Ukraina leggur ætlanir um at gera álop á Hvítarussland, men forsetin hevur sambært útlendskum miðlum eingi prógv lagt fram um, at henda útsøgn hansara er røtt.

 

- Vit ynskja ikki, at kríggið spreiðir seg, og vit ynskja ikki eitt kríggj við Nato, sigur Alexandr Lukasjenko í samrøðuni við russiskt sjónvarp, sum Sky News endurgevur.

 

Herfyri kom forsetin í Hvítarusslandi eisini við atfinningum móti Ukraina.

 

Hetta var sambært útlendskum miðlum eftir, at verjan í Hvítarusslandi skeyt niður onkrar lutir í luftini, sum Lukasjenko heldur upp á vóru hernaðarligar dronur úr Ukraina.

 

Sagt verður, at lutirnir vórðu skotnir niður har eysturi í Mogilev-landslutinum í Hvítarusslandi sum hevur mark til Russlands.

 

Í Ukraina hevur landsins leiðsla ikki gjørt viðmerkingar til uppáhaldið hjá Alexandr Lukasjenko.