Lukasjenko vitjar í Norðurkorea

Hvítarussiski forsetin, Alexander Lukasjenko, fer at vitja í Norðurkorea, skrivar norðurkoreanski almenni miðilin KCNA týsdagin.

Hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, fer í næstum á vitjan í Norðurkorea. (Savnsmynd). - Mynd: Tut.by/Reuters

Sambært fjølmiðlunum hevur Lukasjenko fingið boð frá norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un.

Miðlarnir nevndu ikki, nær vitjanin verður, men sambært miðlum, sum hava tilknýti til skrivstovuna hjá Lukasjenko, verður hon mikudagin og hósdagin.

Fundurin er ætlaður at styrkja tvílandasamstarvið.

Bæði Norðurkorea og Hvítarussland stuðla Russlandi og hava hjálpt landinum í stríðnum móti Ukraina.

Russiskar herdeildir brúktu hvítarussiskt øki til at seta í verk sítt álop móti Ukraina í februar 2022, meðan Norðurkorea sendi hermenn at berjast saman við russiska herinum.

 

Ritzau/AFP

 

Hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, fer í næstum á vitjan í Norðurkorea. (Savnsmynd). - Mynd: Tut.by/Reuters