Ársins spælari 2011 verður ikki tøkur, tá B36 mándagin tekur móti TB í Gundadali. Tað staðfestur heimasíðan hjá B36 í dag.
Lukasz Cieslewicz fekk ein skaða í fótin, tá hann legði B36 á odda 1-0 í Klaksvík hósdagin. Hann kom framvið í vinstru síðu og prikaði bóltin í málið, men beklaði í somu løtu. Skaðin er so mikið álvarsamur, at hann ikki verður við móti TB í komandi umfari í Effo-deildini.
Heldur ikki høgri bakkurin, Høgni Eysturoy, verður tøkur til tann dystin. Hann mátti somuleiðis av vøllinum í Klaksvík í fyrra hálvleiki við skaða í fótinum. Hann gekk á høkjum eftir dystin.
Adeshina Lawal hevur somuleiðis ein skaða og var ikki við móti KÍ. Tað er ivasamt um hann verður tøkur móti TB mánadagin.