Hóast Kia Magentis hevur verið á marknaðinum í meira enn tvey ár, er bilurin fyrst nú komin á danska og føroyska marknaðin. Orsøkin er, at danski importørurin ikki vildi taka bilin heim, fyrr enn prísurin var komin upp á pláss.
Kia Magentis er ein stórur bilur. Við eini longd upp á 4,73 m og breidd upp á 1,82 m er hann í klassa við bilar sum t.d. Ford Mondeo, Toyota Avensis og Citroën C5.
Magentis, ið er systirmodell til Hyundai Sonata, er ein rúmligur bilur við góðum plássi til fimm ferðandi. Gott beinpláss er bæði framman og aftan. Viðførisrúmið er 386 litrar.
Bilurin vit royndarkoyrdu var ein 2,5 litur V6 við 169 hk. Tað man fyrst leggur til merkis er hvussu ljóðleysur og kvikur bilurin er, hann er væl ljóðdoyvdur bæði hvat ljóðinum frá motori og hjólum viðvíkur.
Komfortablar koyrieginleikar
Magnetis hevur framkomin hjólupphang bæði framman og aftan, samstundis sum hann er bleytt avfjaðraður. Hetta gevur góðar og komfortablar koyrieginleikar, sum hóska væl til bilin sum heild. Skivubremsur eru við øll hjólini.
Førarasetrið er el-drivið og kann stillast allar vegir, bilurin hevur t.d. cruise-control sum verður stillað í rattinum, traction control / anti-spinn TCS, leðurratt- og girknøtt, CD anlegg við 6 hátalarum og el-antennu, fjarstýrt sentrallás við opnan av viðførisrúmi, isofix beslag til barnastólar, mjørkalyktir, nøtutræpanelir á instrumentborði og hurðum, el-síðurútar og síðuspegl vi ð hita, cromlistar- og síðupanelir, airbag framman og í síðunum. Leðursetur, klimaanlegg og automatgir kann skaffast sum eykaútgerð.
Bilurin fæst eisini við 2,0 litur motori og 136 hk, tann bilurin fæst frá kr.189.800,- og hesin 2,5 V6 kostar 238.000,-.
Kia-verksmiðjan hevur ætlanir um at blíva heimsins 5. størsta innan fimm ár og er longu væl á veg við sera stórum vøkstri seinastu árini. Kia fær eisini toppkarakter frá FDM fyri besta bilgaranti, 3 ár við óavmarkaðum kilometurtali til privatbilar.
Kia Magentis 2,5 EX V6
Motorurin2,5 litur V6 bensin 169 hk
Snúningsmoment230 Nm v.4000 o/min
0-100 km/t 8,5 sek
Toppferð 214 km/t
Bensinnýtsla10,9 km/l
Dekkstødd205/60-15
Stødd og vekt:
Longd473,0 cm
Breidd182,0 cm
Hædd141,0 cm
Eginvekt1400 kg
Viðførisrúm386 litrar
Prísurkr. 238.000,- v. metallakk
SøluumboðD.B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tel. 310600