Myndugleikarnir í Týsklandi søknast nú eftir islamiska leiðaranum Metin Kaplan, og myndugleikar í øllum londum hava fingið boð um at leita eftir honum.
Metin Kaplan hevur fleiri ferðir almannakunngjørt sínar víðgongdu islamsku hugsjónir, og tað fekk týskar politikarar at krevja, at hann skuldi vísast úr Týsklandi. Málið kom fyri rættin, men ein dómstólur gjørdi av, at maðurin hevði rætt at verða verandi í Týsklandi. Mikudagin broytti ein annar dómstólur avgerðina, men tá løgreglan fór eftir Metin Kaplan, var hann horvin.
Nú kjakast týskarar um, hvør hevur skyldina av, at maðurin slapp til rýmingar. Løgreglan heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt, og trygdartænastan sigur tað sama. Boðini frá politikarunum eru greið: Finnið mannin og sendið hann av landinum! Summi halda, at hann er longu rýmdur úr Týsklandi.