Mikkjal á Bergi
???????????????
Tey eldru okkara millum minnast uttan iva til orðafellið hjá einum sera væl kendum føroyskum politikara, sum fyri nú mongum árum síðani er farin undir grønu torvu, og sum plagdi at taka til, at politikarar, fyritøkur og myndugleikar lumpaðu og lirkaðu síni sjónarmið og áhugamál ígjøgnum.
Vit mugu tíanverri ásanna, at aftur einaferð enn endurtekur søgan seg. Tá ið rúsdrekkalógin her á landi fyri árum síðani varð endurskoðað og broytt til at gerast lagaligari og meira nútímans, viðtók okkara háttvirda løgting at seta á stovn fría rúsdrekkasølu í kæra, lítla landi okkara, og at øll hotell og allar matstovur skuldu fáa skeinkiloyvi til sterkt øl, vín og brennivín, men var hetta treytað av, at tað bert skuldi skeinkjast saman við mati. Men hetta var í roynd og veru bert fyri at lumpa og lirka málið ígjøgnum, tí ikki so langa tíð aftan á varð hendan »treyt« avtikin. Tað vil við øðrum orðum siga, at øll hotell og allar matstovur nú eru vorðnar drykkjustovur. Og drykkjustovurnar verða væl vitjaðar av okkara ungdómi bæði á degi og langt út á kvøldið ella midnátt ? ja, tey flokkast uttan um hesi støðini.
Tað, sum fekk meg aftur at fara at skriva um hetta álvarsmál, er, at nú um dagarnar boðaði landsstýrismaður frá, at hann var í ferð við at snikka til eitt broytingaruppskot til rúsdrekkalógina at leggja fyri løgtingið. Hetta gekk út uppá at gera lógina uppaftur meira lagaliga. Hevur nakar hoyrt so galið!!! ? At gera tað uppaftur makaleysari at fáa fatur á hesum nervaeitri, sum alkohol sambært útsøgn frá læknum av sonnum er.
Nei, háttvirdi løgmaður og háttvirdu landsstýrismenn og løgtingsmenn! Steðgið heldur øllum hesum drykkjustovum ella »pubbum«, sum læra og uppvenja okkara kæra ungdóm til at njóta rúsdrekka. Úrslitini eru óhugnaliga sjónlig, og fleiri og fleiri familjur eru farnar og fara í grús av hesum eitri.