Fríggjadagin í síðstu viku var árligi afturvendandi Vinnudagurin hildin í Norðurlandahúsinum, har útselt var og húsið var á tremur við vinnulívsfólkum og øðrum áhugaðum. Evnið var heimamarknaður – heimsmarknaður, og vóru fyrilestrar og kjak hesum viðvíkjandi.
Størsti spenningurin millum mong var hvør mundi fara avstað við heiðurinum av at vera ársins virki og ársins átak.
Hetta er 13. árið á rað, at ársins virki og ársins átak skuldi kjósast. Endamálið við hesi útnevningini er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.
Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni.
Besta átakið er á Tvøroyri
Tá ið dagurin var farin at halla, var løtan komin til at fyrst kjósa ársins átak. Tað var Niels Winther, sum trein á pallin at útnevna besta átakið. Ikki óvæntað fór hesin heiðurin til Varðin Pelagic, sum hevur skapt veruligt lív í arbeiðslívið á Tvøroyri.
Í taluni grundgav hann frá dómsnevndini, at pelagiska virkið á Tvøroyri, sum hevur skapt 90 arbeiðspláss, er ein framúr væl úr greiddum hondum verkætlan. Hann nevndi, at pelagiska virkið er eitt hitt størsta av sínum slag í heiminum og er ein varði fyri suðuroynna og Føroyar sum heild.
Luna er ársins virki
Eftir at ársins átak var kosið, var løtan komin til at kjósa ársins virki. Henda heiðurin fekk laksavirkið Luna í Gøtu. Dómsnevndin grundgav, at úrslitið hjá Luna hevur verið gott síðstu árini, at tað hevur givið gott avkast til eigarar sínar og at tað als ikki er komið sovandi til tað. Virkið hevur nevniliga verið uppi á tá og ment seg við stórum denti á gransking og menning, grundgav dómsnevndin.
Eftir hesar báðar útnevningarnar var Vinnudagurin 2012 av, og kundu vinnulívsfólkini fegnast um, at hesin dagurin, sum er tilevnaður teimum og teirra yrki, aftur í ár var sera væl vitjaður.