Lunt og dårligt veður!?: Hvussu gongur við málpolitikkinum, KVF?

Hvørji málslig krøv verða sett starvsfólki í almenna Útvarpinum og Sjónvarpinum?

 

Her eru nøkur málspilludømi úr Útvarpinum (eisini tíðindasendingini) og úr Sjónvarpinum (Degi og viku):

 

nýta útsiktina, kong Charles, gera øllum tilfres, nemt nokk, gott nokk, tey nærmu fólkini, burdi, tvang, tvungið, parforholdsvittigheitir, í løbið av, forvrenga forholdini, yderst, stemmufordeiling, deilast um valdið, “millum eystan og útnyrðing”, godag, pasjentur, bluferdigheitskensla, er voksið, veksandi, uppmerksom uppá, uppføra seg o.s.fr.

 

-nir/-nar: atfinningarnir, tey ávirka politikararnir, fara í fjølmiðlarnir.

 

Hvønnfall: aftan fyri hesum, staddur við Trælanípuni.

 

LJ: jóð, jós, jóari.

 

Hvønnfall (ta, ikki tí): Vit velja tí kvinnuna, tí loysnina, tí fløguna.

 

Undirtekstur: Stavingin er ikki altíð heilt røtt í Degi og viku.

 

E.S.: Góðar sendingar, kortini: Nógvar av hasum sendingunum í Útvarpinum og Sjónvarpinum eru tó bæði góðar og áhugaverdar. Gott í tykkum, roynið at brúka føroysk orð og ikki donsk og ansið eftir bendingini!

 

Við fjálgari málkvøðu:

 

Eyðun á Borg,

 

málverji