Tey fýra føroysku liðini, ið skulu umboða Føroyar í Evropa í ár fáa í dag at vita hvørjum tey skulu møta. Champions League lutakastið verður klokkan 11:00, meðan lutakastið til Europa League verður klokkan 12:00.
HB, EB/Streymur, NSÍ og ÍF fáa í dag at vitja hvørjum tey skulu møta í Champions League og Europa League. HB skal sum vinnari av Vodafonedeildini í fjør, umboða Føroyar í Champions League. HB kann møta Rosenborg(Norra), Malmø(Svøriki), Bangor City(Wales), HJK Helsinki(Finnland), Shamrock Rovers(Írland), Wisla Krakow(Pólland) ella FC Bate Borisov(Hvítsrussland).
EB/Streymur, NSÍ og ÍF skulu øll luttaka í Europa League. Á heimasíðuni hjá UEFA er eitt yvirlit yvir hvørjum liðum tey kunnu møta. Yvirliti sæst HER