Klárt er til 8 sera spennandi 1/8 finalur í Firmakappingini hjá Rás2 16 lið eru nú eftir í Firmakappingini hjá Rás2. 61 lið meldaðu til, og er nú komið niður á 16 lið. Hesi 16 liðini eru bert 4 sigrar frá at vinna ein túr við Norrønu fyri 20 fólk. Skráin við dagfesting og klokkutíðum fyri Firmakappingarnar í sendingini ?Morgunroðanum? á Rás2 er hendan:
Týsdagin 10. februar :
Articon - Tryggingarfelagið Føroyar (10.15)
Heimatænastan Øki Vestur - Dagstovnurin í Fuglafirði (11.15)
Hósdagin 12. februar :
Vøruhúsið á Hjalla - Hvonn (10.15)
Skipafelagið Gráa Pakkhús - Landingarmiðstøðin á Toftum (11.15)
Týsdagin 17. februar :
MEST í Runavík - Føroya Fiskavirking á Toftum (10.15)
Føroya Gluggi - Føroya Fiskavirking í Havn (11.15)
Hósdagin 19. februar :
Rit og Rák - Havlívfrøðiliga Royndarstøðin í Kaldbak (10.15)
Innlendismálaráðið - Reyni Service (11.15)
Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður beinleiðis á Rás, hósmorgun 19. februar kl. 11.35.