Luther hevur altíð hugtikið meg

Fyrr í mánaðinum gav Miðvágsprestur, David Johannesen út bók við greinum og ritgerðum hjá Martini Luther. – Eg havt áhuga fyri Lutheri heilt frá lestrarárunum, sigur prestur.

Miðvágur: “Eg vil fegin av øllum alvi og hjarta lova og geva gott viðmæli til tónleikin, sum tann guddómliga og dýrabara gáva hann er. Eg eri so bergtikin av stórleikanum og virðinum av góðum eginleikum, at eg finni hvørki byrjan ella enda á mínum lovsongi”.

Soleiðis skrivaði Luther í 1538 sum fororð til “Vakrar symfoni’ir” hjá kirkjutónleikaranum Georg Rhau ið var kantor við St. Thomas-kirkjuna í Leipzig. Hesi fororðini venda sær til allar tónleikaelskarar.

“Eins stórt ynski eg havi til at lova tónleikinum, eins fátækur og veikur er lovsongurin noyddur at verða. Tí hvør kann fata alt?”, skrivar hann víðari.

Henda greinin er ein teirra, sum er við í nýggju bókini sum David Johannesen hevur givið út. Hann vísir millum annað á tann stóra týdningin, sum Luther sýndi tónleikinum.

Bókin “Frælsi teirra kristnu” er givin út á forlagnum Vón í Miðvági. Hon er 160 síðu til støddar.

Hetta er kortini ikki fyrsta bókin, ið Miðvágsprestur gevur út. Hann hevur áður givið úr yrkingar, lestrar og í fjør eina bók um søguna og gudfrøðina hjá júst Martin Lutheri.



Aktuellur í 2007

Áhugin hjá Davidi fyri trúbótarmanninum Luther stavar heilt frá teirri tíðini, tá hann las gudfrøði við lærda háskúlan í Århus frá 1969 til 1976.

Her hevði David ein kveikjandi og lærdan professara, Regin Prenter sum lærara. Hann legði stóran dent á lutherska og harvið kirkjuliga gudfrøði.

- Henda gudfrøðin hevur givið mær íblástur til at vera prestur í kirkjuni og halda fast við lutherska samleikan, sigur David.

Hann vísir á, at tá Luther skrivaði bøkur sínar vóru ongar veruligar bíbliutýðingar. Hann mátti tí gera sínar egnu týðingar, tá hann endurgav tekstir úr Bíbliuni.

Tað ótrúliga er, at Luther endurgav ofta úr minninum, og tí er tað aloftast so, at ávísingar til kapitlar og bíbliuørindi eru skeivar. Her hevur David Johannesen sett røttu ávísingarnar í klombur, so eingin misskiljing skal vera.

Martin Luther skrivaði partvíst á miðaldartýskum og partvís á latíni. Upprunaligu tekstirnir hava tí aloftast verið grundarlag undir týðingunum, sum eru í bókini.

- Eg vóni, at henda bókin kann verða øllum at gagni. Hon er viðkomandi fyri øll, sigur David Johannesen.