Óluvá skal gera krabbameinsætlan fyri Føroyar

Eftir áheitan frá Føroya Felag móti Krabbameini og eftir tilmæli í “Álit um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum”, hevur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sett ávikavist ein stýrisbólk og ein arbeiðsbólk at gera eina krabbameinsætlan fyri Føroyar. Eisini er samskipari settur, ið burturav kemur at arbeiða við krabbameinsætlanini, sum skal handast landsstýrismanninum 1. juli 2009

KRABBAMEIN

Tíðindaskriv


Óluva Zachariassen er sett sum samskipari og skrivari fyri verkætlanini frá 1. september 2008 til 30. juni 2009, har hon burturav kemur at taka sær av at arbeiða við krabbameinsætlanini. Óluva Zachariassen stavast í dag í Kringvarp Føroya.

Krabbameinsætlanin skal í høvuðsheitum lýsa, hvussu fyribyrging, diagnostikkur, kanning, viðgerð, rehabilitering og tann palliativi (linnandi) innsatsurin skulu skipast. 

Yvirskipaðu rættindini hjá sjúklingunum í viðgerðargongdini, eins og skyldan hjá heilsuverkinum at veita ta áløgdu tænastuna sambært tí yvirskipaðu krabbameinsætlanini, skal við hesum gerast meira týðilig.

Í Stýris- og arbeiðsbólkinum, ið Hans Pauli Strøm hevur sett, eru:


Stýrisbólkur:

•    Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Almanna- og heilsumálaráðnum.

•    Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum

•    Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag móti Krabbameini


Arbeiðsbólkur:

•    Óluva Zachariassen, samskipari frá Almanna- og heilsumálaráðnum

•    Bjarni á Steig, yvirlækni / møguliga í skifti við krabbameinslæknar í konsulentskipanini frá Universitetssjúkrahúsinum í Lund

•    Maria Debess, sjúkrarøktarfrøðingur frá Onkologiska Ambulatoriunum

•    Katrina L. Joensen, sálarfrøðingur og knýtt at palliativa toyminum

•    Jansy Gaardlykke, dagligur leigari hjá Føroya Felag móti Krabbameini

 

Ein breitt umboðandi tilvísingarbólkur verður eisini settur í næstum. Uppgávan hjá tilvísingarbólkinum er at koma við viðmerkingum og geva “feed back” upp á tað arbeiðið, ið arbeiðsbólkurin ger.  

Krabbameinsætlanin skal handast landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum í seinasta lagi 1. juli 2009.