Úlvurin kemur - hvat gera vit nú?

Umstríddir umhvørvismenn eru á veg til Føroya fyri steðga grindadrápinum. Blóðugar myndir verða sendar um allan heim, og Føroya koma undir størri altjóða trýst enn nakrantíð áður. Spurn­ingurin er nú, hvat mótspæl føroyingar skulu hava.

Føroyar kunnu næsta summar rokna við at koma undir størri altjóða trýst enn nakrantíð áður.

Tveir umstríddir umhvørvis­menn, sum áður hava verið við til at fremja víðgongd átøk, ætla sær til Føroya at steðga grindadrápinum.

Annar av teimum er Paul Watson, sum er ein gamal kenningur hjá føroyingum. Hann hevur fleiri ferðir verið í Før­oyum og roynt steðga grindadrápi.

Paul Watson er leiðari fyri felagsskapin Sea Shepherd og eitt av teirra stóru átøkum komandi summar verður í Føroyum. Paul Watson ætlar sær sjálvur at føra skipið, sum kemur hendan vegin at órógva føroyska grindadrápið.

– Eg havi verið í stríði við japanarar, russarar og normenn, og eg ræðist ikki føroysk løgreglufólk ella donsk hernaðarskip, sigur Paul Watson við Sosialin.

Sea Sheperd ætlar at gera sjón­varps­upptøkur í Føroyum, sum skulu brúkast í røðini Whale Wars, og felags­skapurin fer eisini at senda myndir og sjónvarpsupptøkur til alheims fjøl­miðlar at brúka.


Sigldi á hvalaskip

Ein annars umstríddur umhvørvismaður hevur í vikuni eisini boðað frá, at hann ætlar sær í grindakríggj í Føroyum kom­andi summar.

45 ára gamli Pete Bethune er ættaður úr New Zealandi, og hann gjørdist víða­gitin, tá ið hann í fjør rendi sítt skip á eitt japansk hvalaveiðiskip í Suður­høvum. Hann er eisini dømdur fyri til­burðin og hevur sitið fýra mánaðir í fongsli í Japan.

Nú er Pete Bethune í holt við at skaffa sær fígging til nýtt umhvørvisskip, og hann ætlar sær ikki aftur í suðurhøv at stríðast. Nú skal kósin setast í ein norðan, tí hann vil steðga føroyska grinda­drápinum.

– Eg ætli mær at gera vart við árliga grindadrápið í Føroyum, og harvið økja um altjóða trýstið at fáa grindadrápið steðga, sigur Pete Bethune.

Lagt er harvið upp til eitt rúkandi heitt føroyskt summar 2011.



Mugu hava eitt mótspæl

Jákup Sverri Kass,

formaður í Ferðvinnufelagnum


Tað ræður um ikki at leypa fram av, fyri tað um umhvørvisfelagsskapir ætla sær til Føroya næsta ár í eini roynd at steðga grindadrápi. Vit eiga bara at lata sum einki og ikki at øsa okkum.

Kemur eingin grind, meðan Paul Watson er her, er tað bara spell fyri hann, og hann tímir neyvan at vera her leingi og keða seg. Skuldi grind komið, meðan Paul Watson er her, eru frægasta loysnin bara at lata grindina fara. Grind kemur altíð aftur.

Eg eri ikki bangin fyri, at grinda­drápið fer at skaða ferðavinnuna, og hann mælir til at gera sum íslendingar og ikki at geva mótmælisfólkunum so stóran ans.

Hóast mótmæli frá umhvørvis­felagsskapum móti hvalaveiðu í Íslandi, er ferðafólkatalið í Íslandi ikki minkað. Tvørturimóti vitja ferðafólk Ísland fyri at síggja hvalir, og fyri ferðafólkini er ein grindabúffur ein uppliving.



Steðgið grinda­drápinum

Høgni Rasmussen,

stjóri á Sansum


Tað er eingin ivi í mínari verð, at trýstið, sum Føroya koma undir komandi summar, verður nógv størri enn tað, sum vit upplivdu fyrr í ár.

Føroyar standa framman fyri einari truplari tíð. Okkara handilssamstørv uttanlands fara at leggja merki til umtaluna av grindadrápinum, og tað kann hótta okkara livibreyð.

Tí er frægasta loysnin at gevast við grindadrápinum, tí tað kann heilt einfalt kosta okkum ov nógv at halda fram. Ein millumloysn kundi verið at steðga við grindadrápinum, meðan Paul Watson er her.

Velja vit at halda fram við grinda­drápinum, so fer tað at krevja ein óvanligan innsats frá Føroyum bæði áðrenn, undir og eftir vitjanina hjá Paul Watson. Vit fáa brúk fyri serfrøðingum í altjóða kreppu­stýring. Fólk, sum vita hvønn tey skulu ringja til hjá CNN og á New York Times. Og tað fer at kosta pengar.



Drepa og upplýsa

Johanna á Bergi,

stjóri á Faroe Ship


Vit skulu halda fram at drepa grind, tí tað er ein burðardyggur stovur og ein matvørukeldu hjá føroyingum. Matur er ein partur av samleikanum hjá okkum, og so leingi stovnurin er burðardyggur, skulu vit halda fram.

Vit hava fingið eitt grindafrámæli, men tað er upp til fólk sjálvi at gera av, um tey vilja eta grind. Sum við so nógvum øðrum mati, sum kann verða skaðiligur, so skulu vit njóta tað við máta.

Mítt prinsipp er, at eingin skal koma uttanífrá og siga okkum, hvat vit skulu gera, men vit skulu upplýsa á røttum stað við teimum røttu upplýsingunum um grindadrápið.



Lat hvalirnar svimja framvið

Bergur Poulsen,

stjóri á Havsbrún


Vit skulu halda lágan profil næsta summar, um umhvørvisfelagsskapir koma hendan vegin. Vit skulu lata allar hvalir svimja forbí Føroyar og steðga við grindadrápinum, meðan Paul Watson og hini eru her. Vit kunnu drýggja kaggarnar, sum vit hava standandi, og ikki eta so ofta grind.

Vit hava ongan kjans at taka stríðið upp við umhvørvisfelagsskapirnar við upplýsing. Umhvørvisfólkini vilja hava eina góða, blóðuga søgu burtur úr grindadrápinum, og einasti máti, vit kunnu forða teimum í tí, er um vit steðga við grindadrápinum, meðan tey eru her.



Latið bara sum einki

Ólavur Sjúrðarberg,

formaður í Grindamannafelagnum


Tað ræður um ikki at leypa fram av, fyri tað um umhvørvisfelagsskapir ætla sær til Føroya næsta ár í eini roynd at steðga grindadrápi. Vit eiga bara at lata sum einki og ikki at øsa okkum.

Kemur eingin grind, meðan Paul Watson er her, er tað bara spell fyri hann, og hann tímir neyvan at vera her leingi og keða seg. Skuldi grind komið, meðan Paul Watson er her, eru frægasta loysnin bara at lata grindina fara. Grind kemur altíð aftur.

Eg eri ikki bangin fyri, at grinda­drápið fer at skaða ferða­vinnuna, og hann mælir til at gera sum íslendingar og ikki at geva mótmælisfólkunum so stóran ans.

Hóast mótmæli frá umhvørvis­felagsskapum móti hvalaveiðu í Íslandi, er ferðafólkatalið í Íslandi ikki minkað. Tvørturimóti vitja ferðafólk Ísland fyri at síggja hvalir, og fyri ferðafólkini er ein grindabúffur ein uppliving.