Lyfta arvin eftir Øssursson

Havnar Jazzfelag skipar í hesum døgum fyri árliga Jazzfestivalinum. Hetta er fyrstu ferð í 20 ár, at slóðbrótarin innan føroyska jazz tónleik, Brandur Øssursson, ikki er høvuðsfyrireikari av festivalinum

Mangir føroyskir jazz-fjepparar stóðu í fjør spyrjandi, tá fyriskiparin av Tórshavnar Jazz, fólka og blues-festivalinum, Brandur Øssursson, valdi at stinga í sekkin og flyta av landinum. Slóðbrótarin innan føroyskan jazztónleik hevur skipað fyri Jazzfestivalinum síðan 1984, og framtíðin hjá festivalinum sá døpur út, tá høvuðsfyrireikarin seinastu 20 árini, Brandur Øssursson, takkaði fyri seg í fjør
Tónleikaáhuga kunnu kortini í hesum døgum fegnast um, at tað hevur eydnast limunum í Havnar Jazzfelag at fáa ein spennandi og áhugaverdan jazz-festival á føtur aftur í ár.
Alla vikuna til sunnukvøldið hava tónleikaáhuga ein gyltan møguleika at hoyra spennandi og fjølbroyttan tónleik í Havn.

Fevnir breitt
Eins og undanfarin ár fevnir tónleikurin á jazzfestivalinum rættiliga breitt. Skráin er fjølbroytt, og talan er um fleiri ymiskar tónleikagreinar á jazzfestivalinum. Umframt fjølbroyttan jazztónleik, verður møguleiki at hoyra fólka, rokk, popp, funk og bluestónleik á festivalinum.
Av spennandi útlendskum nøvnunum kunnu nevnast danski bólkurin New Jungle Orchestra og U.L.C.
Føroyingar eru væl umboðaðir á jazzfestivalinum í ár. Tað hevur eydnast fyrireikarunum at savna nostalgisku Kræklingarnar saman aftur, og millum onnur føroysk nøvn kunnu nevnast Enekk, Eivør Pálsdóttir, Høgni Lisberg, Headache Blues Treo, Tjant, Sigrid Rasmussen og Gunnar Guttesen, Hanus G. Johansen og Búi Dam Quintett.

Meira fólksligt
Fyrireikararnir av Havnar Jazzfestivali siga, at teir í ár hava lagt seg eftir at fáa tónleikin so langt út til áhoyrarnar sum gjørligt, sum teir málbera seg. Konsertirnar eru ikki bara í Norðurlandahúsinum, men eisini á Listaskálanum, Sjónleikarhúsinum, á smærri spælistøðum í Havn og í gongugøtunum longur
Fyrireikararnir siga, at tað er ein stórur munur hjá tónleikarum at spæla í eitt nú Norðurlandahúsinum og á Café Natúr.
-Spælir tú eina konsert er tónleikurin skipaður í odd og egg. Á eini café er alt meira leyst, og tónleikararnir hava betri møguleikar at taka sær av løttum, fortelja Ólavur Olsen og Heðin Ziska Davidsen, tveir av fyrireikarunum av Havnar Jazzfestivali.

Grottotúrar
Á jazzfestivalinum fáa áhoyrarar ein forkunnugan møguleika at hoyra tónleikin framførdan á ein heldur øðrvísi hátt. Í gjár, hósdagin og sunnudagin verður skipað fyri sonevndum grottotúrum út í Hest.
Talan er um ein fimm tíma langan túr við Norðlýsinum, har eitt av útlendsku nøvinum á festivalinum framførir sín tónleik. Hósdagin og sunnudagin spæla ávikavist New Jungle trio og Anders Fagberg. Báðar dagarnar verður loyst frá landi klokkan 13, og túrurin verður til klokkan 18.

Tilgongd
Fyrireikingar á Havnar Jazztónleiki lata væl at støðuni hjá føroyskum jazztónleiki í løtuni. Seinasta árið eru fleiri frálíkir jazztónleikarar lagdir afturat teimum í Føroyum, og tað hevur økt um møguleikarnar hjá jazztónleikinum í Føroyum.
Millum nøvnini, ið seinnu árini hava verið búsitandi uttanlands, men farna árið hava vent nøsina heimaftur, kunnu nevnast, Arnold Ludvig, Brandur Jacobsen og Ólavur Olsen.
Meira fæst at vita um jazzfestivalin á havnarjazzfestival.com