Lýggjari men nógvur vindur

Køld luft við vátaslettings- ella kavaælum streymar inn yvir Føroyar av landnyrðingi og norðri. Fyrst í næstu viku kemur eitt brúgvalag inn yvir Føroyar av vestri við óstøðugari veðri og meiri vindi.

 

Í dag verður gul til strúk í vindi av norðri, 5 til 13 m/s. Okkurt kavaælið, men eisini sólglottar. Hitin millum frostmarkið og 2 hitastig. Í kvøld og í nátt makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s, seint út á náttina verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið og hitin millum frostmarkið og niður í 5 kuldastig.

 

Í morgin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein útsynning og sunnan og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur og onkrir sólglottar. Hitin millum 2 og 5 hitastig. Um kvøldið og náttina verður meiri vindur, hvassur vindur upp í skrið av suðri, 15 til 20 m/s, og møguliga harðar hvirlur. Skýggjað og regn av vestri og hitin millum 3 og 6 stig.

 

Týsdagin verður hvassur vindur upp í skrið, í støðum upp í storm av suðri, 15 til 23 m/s, við hørðum hvirlum. Skýggjað og regn. Seinnapartin klárar í itt skifti og tað verður gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi og útnrðingi, 13 til 18 m/s, men út á náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Nógv regn, seinni klárar í, tó verður okkurt regn- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, um náttina makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga heglingur, og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, um kvøldið hækar hann upp í útnyrðing og makar niður í gul til stívt andøvsgul. Samdrigið og fyrrapartin framvegis okkurt ælið og hitin um 5 stig. Um náttina frískar hann vindin av suðri, 5 til 10 m/s, tað verður skýggjað og sum frá líður avfall av vestri, møguliga kavi ella váttaslettingur. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein vestan og útsynning og veðrur gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Regn, seinni klárar í, tó møguliga okkurt ælið. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.