Lýggjari, men támut komandi dagarnar

Danska veðurstovan DMI boðar frá lýggjari veðri, men ávarar um, at tað kann koma sirm ella regn eisini.

Køld og óstøðug luft streymar framvegis yvir Føroyar av útnyrðingo og norði. Leygardagin fer eitt brúgvalag framvið Føroyum úr landsynningi og nakað lýggjari luft streymar síðani yvir Føroyar av vestri.

 

Langafríggjadag verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, vestanfyri í støðum upp í hvassan vind, av eystri og landsynningi. Skýggjað og regn og í støðum vátaslettingur. Hitin millum eitt og fimm stig. Í kvøld og í nátt snarar hann í ein útsynning, skýggjað og támut og regn ella sirm. Hitin millum fýra og sjey stig.

 

Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, um náttina veksur hann til strúk í vindi. SKýggjað og támut og um morgunin regn ella sirm av og á. Hitin alt samdøgrið millum fimm og átta stig.

Páskadag verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri. Skýggjað og yvirhøvur turt og hitin millum fimm og átta stig.

 

2. páskadag verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi og síðani vestri. Skýggjað og támut veður, men seinnapartin og um kvøldið klárar í. Hitin millum fimm og átta stig.

 

Týsdagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, seinni makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av vindi. Turt og sólarglottar. Um náttina verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av suðri, sum seinni snarar í ein útsynning.og hevur við sær regn av vestri. Hitin alt samdøgrið millum fimm og átta stig.

 

Mikudagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi. MEst skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum fimm og átta stig.