Eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum førir ein hátrýstsrygg spakuliga í ein eystan yvir Føroyum, og lýggj luft streymar yvir Føroyar úr suðri og landsynningi. Seinni í vikuni nærkast brúgvaløg seg úr vestri.
Týsdagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið, sum øtlar upp í eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Um kvøldið í støðum upp í strúk í vindi, 13 metrar um sekundið. Skýggjað og mjørki í støðum, annars turt og sum frá líður klárar partvís í. Um náttina verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, og turt veður burtsæð frá mjørka í støðum. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 13 stig.
Mikudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og møguleiki fyri sól. Hitin millum 10 og 15 stig.
Hósdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk frá landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Fyrst sól, seinni skýggjað, men kortini turt. Hitin millum 10 og 15 stig.
Fríggjadagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og møguleiki fyri regni. Hitin millum 10 og 13 stig.
Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og skýggjað, men sum frá líður kanska sól. Hitin millum 10 og 13 stig.
Sunnudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, sum makar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn ella mjørki. Hitin millum 10 og 13 stig.