Lykketoft farin í valstríð

Fogh sær alt meira út sum ein komet á ferð ímóti toppinum, meðan Mogens Lykketoft stríðist fyri at vinna atkvøðurnar aftur, sum hansara flokkur hevur mist seinastu mánaðirnir. Sunnudagin valdi hann at byrja valstríðið við eini ætlan, sum fer eftir kjarnuveljarum hjá danska Javnaðarflokkinum

Christiansborg

Fólkatingsval verður helst skrivað út í dag, so tað kann haldast 8. februar. Tað heldur í øllum førum Mogens Lykketoft, sum sunnudagin byrjaði valstríðið við at lova 100.000 nýggj størv í Danmark innan 10 ár.
»Made in Denmark« eitur ætlanin, sum formaðurin fyri danska Javnaðarfokkin legði fram á tíðindafundi sunnudagin. Ætlanin gongur í síni heild út uppá at tryggja, at størv innan danska ídnaðin ikki verða flutt til onnur lond. Hetta skal millum annað gerast við hjálp av umfatandi íløgum í gransking og útbúgving, lægri skattum á arbeiði og samarbeiði millum privatu vinnuna og lærdu háskúlarnar, sigur Lykketoft, sum lovar ikki minni enn fýra nýggjar lærdar háskúlar.
Made in Denmark er ein eitt sindur verjulíknandi ætlan, ið fekk undirtónar av globaliseringini sum ræðumynd, tá Lykketoft legði dentin á, at hetta er neyðugt fyri at kinesarar skulu ikki fara avstað við øllum størvunum í Danmark.
Samstundis vinnur Anders Fogh Rasmussen tilhangarar av globaliseringini millum annað við peptosi um, at Danmark skal verður førandi innan tøkni og vitan - við vinstru hond fer hann eftir nøkrum av kjarnuveljarunum hjá vinstravonginum við at friða eftirlønar- og dagpeningaskipanina komandi fimm árini.

Fogh styrktur
Nógv kann henda undir einum valstríði, men teir seinastu tveir mánaðirnir hevur tað gingið sera væl fyri danska forsætisráðharran. Vævildin frá veljarunum veksur í hvørjum, og frá at vera við minniluta fyri nøkrum mánaðum síðani stendir hann nú betur enn nakrantíð í veljarakanningunum.
Nýggjasta kanningin, sum er gjørd dagarnar 9. - 14. januar gevir stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen við stuðulsflokkinum Danska Fólkaflokkinum tilsamans 96 tinglimir, meðan andstøðan einans fær 75 limir. Fyri umleið tveimum mánaðum síðani stóðu Vinstraflokkurin, teir Konservativu og Danski Fólkaflokkurin til at fáa tilsamans 89 tinglimir, meðan andstøðan stóð til at fáa 83 limir. Sostatt er tað bert gingið ein veg seinastu tíðina fyri Lykketoft og hansara vong, sum umframt Javnaðarflokkin verður roknaður fyri at vera Sosialistiski Fólkaflokkurin, Einheidslistin og Radikali Vinstraflokkurin.
Kristindemokratarnir liggja á markinum, men koma inn um val verður nú, meðan Miðflokkurin ella CD, sum reyk út seinasta val, ikki stendur til at fáa nakran fólkatingslim. Danski Framburðsflokkurin misti eisini sín lim í fólkatinginum seinasta val, men kann ikki stilla uppaftur, um val verður fyrst í februar, tí flokkurin hevur ikki savnað inn tær 20.000 undirskriftirnar, sum skulu til fyri at stilla upp.