Lykladystur í Vágum

Dysturin millum teir báðar seinastu uppflytararnar verður roknaður sum týðandi liður í botnstríðnum. Pólverjin Andrzej Pacek, verður møguliga við á liðnum hjá EB/Streymi

FS Vágar-EB/Streymur:


Upptakt


Undan kappingini varð roknað við, at niðurflytingardysturin skuldi standa millum FS Vágar og EB/Streym, og tí hevur dysturin millum hesi bæði liðini væntandi alstóran týdning, tá spurningurin skal svarast.

Vágamenn tykjast tó at verða spentir til setningin. Ikki minst eftir tey bæði seinastu umførini, sum góvu ein sigur á Sandi og eitt tepurt tap móti NSÍ, sum við eitt lítið sindur av hepni kundi kastað stig av sær.

Hannus Olsen, sum er liðformaður hjá Vágamonnum, sigur, at tað helst verður á leið sama fólkið til dystin móti EB/Streymi. Birgir Joensen var ikki við móti runavíkingunum, men hann verður allar helst tøkur til hendan dystin.


Fer at koma

Nýggja liðið í fyrstu deild eigur enn fyrsta málið og fyrsta stigið til góðar, men hóast hetta, so tykjast leikararnir í felagnum at vera bjartskygdir.

- Hetta er sjálvandi ein rættiliga týdningarmikil dystur hjá okkum, og hóast vit enn ikki hava vunnið, so hevur spælið slettis ikki verið so galið.

Hetta heldur Jón Sigurd Gleðisheygg, sum er ein av fáu monnunum við royndum hjá EB/Streymi. Hann viðgongur tó, at enn hava menninir nógv at læra, og at hesin lærdómurin bara má koma spakuliga, dyst fyri dyst.

- Eg ivist ikki í, at tað fer at gleppa hjá okkum fyrr ella seinni, og so má mann bara vóna, at vit ikki hava mist ov nógv til ta tíð.

Jón Sigurd sigur annars, at allir mans tykjast vera tøkir til dystin. Eingir skaðr gera um seg, og har umframt er Sorin Anghel nú aftur tøkur eftir leikbann.

Umframt hetta, so er møguleiki fyri, at ein nýggjur leikari verður at síggja á vøllinum sunnudagin. Andrzej Pacek hevur ikki megnað at bitið seg fastan á væl mannað B36 liðnum, og tí hevur hann nú skift til EB/Streym. Tá vit hóskvøldið tosaðu við Ísak Mikladal, aðalskrivara í FSF, hevði hann onga áheitan fingið um at flyta spæliloyvi, men hann vísti á, at um ein mánaður var liðin síðani seinasta dystin hjá Pacek fyri B36, skuldu eingir trupulleikar verið at skift felag, so tað kann væl hugsast, at uippflytararnir fara styrktir inn á vøllin sunnudagin.