Tað hevur verið ógvuliga gott heystarvegur tvær tær seinastu vikurnar, men í dag er púra vent í holuni, og tað kemur illa við hjá fótbóltinum.
Tað er bæði vindur og regn í morgun, og seinnapartin verður sagt frá fitt vindi av vestri og ælaveðri.
Næstsíðsta umfar í Vodafonedeildini er á skránni. Hetta er seinasta sunnudagsumfarið í ár. 27. umfar verður leygardagin.
Allir dystirnir í dag verða spældir kl. 14.45
ÍF-HB: Lars Múller
B36-NSÍ: Eiler Rasmussen
B71-EB/Streymur: Dagfinn Olsen
FC Suðuroy-Víkingur: Ransin Djurhuus
B68-AB: Petur Reinert
Støðan
HB 48
EB/Streymur 45
NSÍ 45
Víkingur 40
ÍF 40
B36 37
B68 28
B71 23
FC Suðuroy 22
AB 11