Ráðið fyri Ferðslufrygd skipaði vikurnar 42 og 43 fyri ferðsluátakinum »Lyktakanning 2000«, har lagt var upp til, at bilførarin sjálvur kannaði, um ljósini vóru í lagi.
Næstu tvær vikurnar, 30. oktober til 12. november 2000, gjørdi løgreglan sokallaðar grein 13 kanningar um alt landið. Samlaða úrslitið var at:
1998 1999 2000
Løgreglan í Havn kannaði 1596 2391 923 akfør
Løgreglan í klaksvík kannaði 447 461 359 akfør
Løgreglan í Runavík kannaði 299 510 915 akfør
Løgreglan í Vestmanna kannaði 40 21 72 akfør
Løgreglan í Miðvági kannaði 117 268 77 akfør
Løgreglan í á Sandi kannaði 123 214 81 akfør
Løgreglan á Tvøroyri kannaði 243 292 400 akfør
Ella samanlagt 2827 akfør í 2000. ikki øll akførini vóru í lagi. 298 rapportir vóru skrivaðar, har talan var um:
1998 1999 2000
ljósini ikki vóru í lagi 121 280 113
ikki brúkt trygdarbeltið 89 116 141
ikki koyrikort hjá sær 101 164 95
dekkini ikki í lagi 3 23 16
ikki nýtt fallhjálm 0 0 2
ov nógv ferð 3 0 6
rúsdrekkakoyring 1 1 0
Bøturnar komu samanlagt uppá 101.925 krónur