Lyktakanningar merkt vikuskiftið

Størsta virksemið hjá politinum í vikuskiftinum hevur verið lyktakanningarnar

John Johannesen


Politistøðirnar kring landið upplýsa, at hetta vikuskiftið hevur verið serstakliga friðarligt. Tað er bert í Suðuroynni, at boð hava verið eftir politinum í vikuskiftinum.

Har var stórur dansur í høllini á Tvøroyri, og onkur, ið hevði drukkið ov nógv, stjól ein bil á parkeringsøkinum uttan fyri høllina og fór ein túr við honum.

Harumframt varð herverk framt á ein bil á sama parkeringsøki.


Lyktakanning

Av politistøðini í Runavík verður sagt, at politið har hevur verið úti og kannað lyktirnar á bilunum, ið koyra í Eysturoynni. Politiið sigur, at nógvir bilar vórðu steðgaðir, men fáir høvdu brek á lyktunum.

Tó fekk onkur eina átalu og onkur einstakur bót.