Lyngby spákaði seg til sigurin

Lyngby spældi í gjárkvøldið steypadyst ímóti Sakskøbing, sum spælir í einari av lægru deildunum, og munur millum liðini var eisini eyðsýndur, hóast Lyngby spardi fleiri av sínum stuðulsspælarum til dystin. Lyngby vann dystin heili 8-0. Christian Lamhauge Holst var ein av spælarunum, sum slapp at hvíla seg undan týdningarmiklum dysti í landskappingini um vikuskiftið.