Lyngby: Trý ár og níggju mánaðir í fongsul

42 ára gamli føroyingurin skal inn at sita í nærum fýra ár

42 ára gamli føroyingurin er dømdur trý ár og níggju mánaðir fongsulsrevsing fyri at hava eggjað eina kvinnu til at kynsliga gera seg inn á eina son hennara.

 

Hetta er sami dómur, sum kvinnan fekk.

 

Les eisini Eg var býttur

 

Maðurin er harumframt dømdur at rinda fýra ára gamla dreinginum 100.000 krónur í endurgjaldi, umframt sakarmálskostnaðin.

 

Dómarin, Søren Holm Seerup, sigur seg ikki vera í iva um, at samskifti millum tey bæði var meint at lýsa veruleikan og ikki íspunnið, sum maðurin vildi vera við. Hann heldur eisini, at tað er prógvað av ákæruvaldinum, at ágangurin móti dreinginum var ætlaður.

 

Les eisini Vóru samd um at fremja ágangin

 

- Her er talan um tvey vaksin, sum vóru fullgreið yvir hvat tey gjørdu, og eitt lítið barn bleiv offurið. Tískil fáa tey bæði somu revsing, segði dómarin.

 

Les eisini Hetta er mismunur móti monnum

 

Føroyingurin valdi at kæra dómin eftir stutta umhugsunartíð. Ákærin bað tá um, at maðurin verður sitandi í varðhaldinum, inntil málið verður endaliga viðgjørt. Hesum eftirlíkaði dómarin, og tí verður maðurin sitandi inni, til Eystari Landsrættur tekur málið upp til nýggja viðgerð.