Lynn Anderson deyð

Sangarinnan, ið sang Rose Garden, doyði fyri nøkrum døgum síðani av hjartatilburði.

Sangarinnan, ið sang Rose Garden, doyði fyri nøkrum døgum síðani av hjartatilburði.



Hon doyði á sjúkrahúsi í Nashville, har hon var innløgd fyri lungnabruna, eftir eina ferð í Italia.



Lynn Anderson taldist millum legendurnar innan country tónleik. Serliga var hon frammi í sjeytiárunum, tá hon lá á topplistunum við lagnum Rose garden. Ho helt tó á at gera tónleik til tað síðsta. Í juni í ár kom útgávan Bridges.



Lynn Anderson gjørdist 67 ára gomul.