M.A. Winther – vinmaðurin hjá Petur Alberg

Ein beiggi Niels Winther var Mads Andreas Winther (1813-1879), sýslu­maður í Sandoyar sýslu. Ólavur Clementsen hevur skrivað um ættina í Kvørnini nr. 11 í 2008.
Tá ið hann doyði skrivaði Dimma­lætting m.a.: »Han var paa Grund af sin Naturlige Begavelse, der var udviklet ved stadigt Selvstudium, en af vore kundskabsrigeste og mest alsidige Personligheder. Der­til kom en renhed i Karakteren, der gjorde ham elsket og agtet af alle, der lærte ham nøjere at kende. Som medlem af Lagtinget i de første Aar (1852-1854) havde han betydelig Indflydelse....men skarpe partistridigheder i Lagtinget be­virk­ede, at han trak sig tilbage i de senere Aar af Amtmand Dahlerups Embedstid. (Hann varð aftur ting­maður 1861-1865.
Vor lille Befolkning, for hvem han følte saa varmt, ser i ham en af vores bedste Sønner stedt til Hvile.«
Ein sonur Mads var Niels Kristoff­ur Winther (1852-1934), gift­ur við Elisabeth Marinnu Mohr (1846-1921). Hann gjørdist eisini sýslu­maður í Sandoyar sýslu og seinni í Vestmanna.
Ein sonur Niels var Mass Andrias Winther (1871-1923). Hann varð í 1909 fyrsti býráðsformaður í Havn. Seinni gjørdist hann sýslumaður í Sandoynni. Tað er nógv skrivað um hann.
Henda lýsing av Mads er úr skjalasavninum hjá Petur Alberg:

M. A. Winther
Nú er Mads Winther deyður. Leingi hevur hann verið sjúkur, og í allan vetur hevur hann ligið. Hann var í løgtinginum í summar, men hann var so ússaligur, orkaði lítið og einki at eta, og hann sá ógvuliga illa út. Undir tingsetuni var hann heima á Sandi og ferðaðist, tá legðist hann og var burtur frá tinginum eina tíð. Men so kom hann norður aftur og arbeiddi, hann kundi ikki lata vera – skrivaði betonkningar í hópatali. Tað var tó sjónligt fyri okkum, at tað var av yvirhuga.
Hann var einar tvær reisir inni í krambúð mínari og keypti ymiskt, sum Gigga hevði biðið hann um til børnini. Men hann dugdi so illa at hugsa um, hvat best hóskaði. Nakað keypti hann, restin kundi steðga til Sigrið kom til Havnar. “Tá eg nú komi suður aftur, kemur hon norð at ferðast, so kann hon sjálv keypa meir!”. Gigga slapp ongantíð norð, tí hann legðist skjótt aftaná, at hann var suður aftur komin.
Tað sást á honum í summar, at hann var merktur, og sum veturin leið vistu øll, at tað bar skjótari og skjótari móti deyðanum. Hóskvøld 8. februar 1923 slóknaði hann. Eg kann lítið ætlað, hvussu sorgartung tey eru har heima, Gigga, børnini og gamli Winther. Vit eru nógv her í Havn, sum eru sár um hjartað, tí vit vóru so góð við M.W. Vit goyma so mong mong ljós, vøkur minni frá ungmannafelagstíðini, og tað hava vit mest honum fyri at takka.

Mads á ovastalofti í Geil
Nú eitt kvøldið var eg niðri í Geil. Eg kom í tankar um “ovastaloft”. Eg hevði ikki verið har uppi í mánaðir ella ár, og so kom eg at teinkja uppá MAW, sum lá deyðasjúkur. So fór eg upp einsamallur. Eg gekk spakuliga upp gjøgnum trappuna, og eg tonkti: “Hesar trappur hevur MW ofta gingið. So kom eg upp. Hurðin var burturtikin, men hongslini vóru enn. Henda vegin gekk hurðin inn eftir. Soleiðis plagdi MAW at taka í hurðina og lata hana upp. Her á gólvið hevur hann stigið, tá hann kom inn um. Sum hetta kamarið goymdi nógv minnir! Nú var tað fult av tapetrullum og øðr­um, men pappírið á bróstinum og skrá­vegg­inum var tað sama, vindeygað við. Eg sá aftur fyri mær kamarið, sum tað var í 1907-08. Har stóð seingin. Beint innanfyri hurðina, har stóð borðið frammanfyri vindeyganum við øðrum endanum móti kaminuni, og við hin borðendan stóð stólurin, MW plagdi at sita á. Frammanfyri borðinum plagdi eg at sita. So kom Mads Winther. Hann hevði etið nátturða, nú skuldi skrivast til Baldursbrá. Blákardúsin var altíð til reiðar. Eg roykti nógv og MW enn meira. Fest var í pípuna, og so sessaðist MW við rygginum móti skjøldrinum og vinstra alboga á borðendanum, og so byrjaði hann at diktera. Sum hann roykti pípu eftir pípu, og sum tað lá raðið fyri honum at seta saman í høvdinum. Skúladagarnir í K., Petrinusøgurnar, Faðir Vár, Árið runt og so mangt, mangt annað, har bleiv skrivað. Eg var bara eitt reiðskap, eini skrivara­karlur. Kanska eg onkuntíð kundi skumpa til hann við onkrum tolilig­um innfalli til dømis í Petrinu­søgunum, men MW var sálin, hann áttu æruna fyri allar søgurnar. Sum vit kundu flenna, tá vit funnu okkurt stuttligt, tað er, sum eg hoyri og síggi hann enn, tá Petrina antastaði Rasmus Effersøe yviri á Skansanum, ella tá Petersen fekk marruna, ella tá teir dekoreraðu, og Hans Andrias fór niðan til kon­sulin at lána fløgg, og Mads (M.A. Jacobsen) hjá bøkjaranum helt sína við fremmandum orðum spekkaðu røðu. Tá sat MW við orðabókini frammanfyri sær, sum vit grinu.
Byrjandi vár, eitt lítið deiligt petti, hevði hann skrivað á kontórinum ella heima á vertshúsinum. Hann bar mær arkið, so eg kundi skriva tað inn í Baldursbrá. Eg minnist, at tað var ein deiligan stillan vár­dag í mars 1908. MW hevði ver­ið úti í haganum og gingið aftaná kontórtíð. Hann var eitt frílufts­menniskja. Tá kontórið var stongt, so út at ganga, lurta eftir fuglaljóði, ánni sum tutlaði, alduskvatlið – alt ávirkaði hansara bleyta lyndi.
Hevði hann ikki gingið so nógv úti í tí fríu natúr, so kundi hann heldur ikki hildið út at arbeitt, sum hann gjørdi. Fyrst var tað kontórið, har arbeiddi hann sum ein hestur í tí myrka holinum, har aldri ein sólstrála kom inn. So var tað býráðið, har arbeiddi hann ikki minst, løgtingið og so mangt annað offentligt. Og so Ungmannafelagið. Hann var sálin har. Hann helt øllum uppi við sínum ungdommiliga sinni og sínum sjáldsomu gávum. Hann var jú væl eldri enn teir flestu av okkum, men minst líka ungur í sinn­inum.

Mads og Ungmannafelagið
Sum hann var interesseraður í teimum Baldurbrá’um, sum eg var blaðstýrari av. Eg royndi altíð at tekna so vøkur “høvd”, og hetta dámdi honum so væl. Hann legði eisini altíð doyðin á at skriva so vakrar søgur til míni bløð, tí hann helt meg lesa so væl upp. Og sum honum dámdi væl míni løg og mín sang. Hann rósti mær ov nógv fyri sangin, men hann gjørdi meg glað­an (ikki innbilskan), og eg sang av hjartans lysti fyri honum og hinum og gjørdi kanska hann glaðari viðhvørt. Tí óivað var tað mangt sum nívdi hann.
Um summarið 1910 var eg á sorin­skrivarakontórinum fyri Gunn­ar Winther, sum var settur sýslu­maður í Fuglafirði. Við hvørt plagdi Mads at sita og syngja, m.a. háskúla­sangir og ofta minnist eg at hann sang henda sangin:

Den Jomfru tog sig Kaaben blaa
og ud i Lunden saa monne hun gaa.
Imod saa blid en sommer.

Lykkelige Lind! Du staar saa bold,
som hvert dit Blad var af røden Guld.
Imod saa blid en Sommer

Du tørst ikke ved at rose mig
langt bedre Lykke Gud undte dig.
Imod saa blid en Sommer

Tá hann sang henda sangin kendi eg altíð á mær, at hann fann ugga í honum. Tí hann helt kanska við­hvørt onnur hava tað betri. Tey høvdu ikki so nógv sum nívdi sálina. Orðini, sum lindin svarar jomfrúnni aftur, minti hann á, at onnur eisini høvdu sítt at stríðast við.
Glaðari var hann, tá hann sang: “Store Freja, hun havde et smykke af Guld”, og tann sangin sang hann ofta.
Ja nógv gott er at minnast aftur á hjá mær.
Tá eg skuldi fara til Noregs gjørdi Niels veitslu í ungmannafelagnum eitt leygarkvøld. Har helt hann røðu, vakra og inniliga. Vit sóust aftur í Bergen um summarið, tá stevn­an var í Voss, og hvat var hann ikki glaður. Tað var annað lívið enn at sita á tí myrka kontórinum. Eg minnist tað kvøldið Nova fór avstað aftur frá Bergen. Allir føroyingarnir vóru umborð farnir og stóðu stúgvaðir úti í borðinum. Uppi á kommandobrúnni stóð Mads og helt avskeðsrøðu inn móti fólkarúgvuni, ið stóð inni á Fest­ningskeiuni. Tá streymaðu orðini frá honum, hann stamaði ógvuliga lítið tað kvøldið, og pussugt var at hugsa um tann blandingin av norskum, donskum og føroyskum hann talaði.
Úttalan var ongantíð hansara sterka siða men eldhugaður og hjartaligur var hann, og tað bøtti um hitt.
Og tá norrøna stevnan var her 1911, tað vóru aftur minnisríkir dagar og Mads var sálin í øllum.
Ja, nógv er at minnast um Mads Winther, nógv vakurt og gott.
So doyði ungmannafelagið. Mads bleiv sýslumaður og flutti frá Havnini. Viðhvørt var hann at síggja í Havnargøtum, vit hitt­ust og heilsaðust: “Góðan dag, vælsignaður, hvussu hevur tú tað?” Men prátið bleiv ongantíð langt, hann hevði nógv ørindi at útrætta og stundaleysur var hann enn.
Og nú er hann deyður, okkara kæri Mads Winther. Ov ungur! Bert gott og væl 50 ár. Hann virkar ikki meira millum okkum, men alt tað hann sáddi í Ungmannafelagnum av føði­landsalski og øðrum góðum kensl­um, tað gróði í okkum, og vil blíva við at bera frukt í nógv ættar­lið.
Signað verði minni hans!
Havn, sunnudag, 11. Febr. 1923.
PeturAlberg

Tað kann lesast meira um M.A. Winther í bókini um Petur Alberg.

Meira um Jens Wenningsted
Jens varð konfirmeraður 14. mai 1821 á Viðareiði eftir í nøkur ár at hava fingið undirvísing av S. Sørensen, presti. Ummælið, Jens fekk, var Kundskab: udmærket god. Opførsel: god

----
Komandi partur:
Í komandi Miðviku verður greitt frá Tummas á Skipanesi sum í 1913 fór at arbeiða á eini hvalastøð í South Georgia í Falklandsoyggjunum.