Tá Sosialurin fær fatur á Høgna er hann á vakt á brúnni umborð á stóra ferðamannaskipinum Rhapsody of the Seas. Høgni fór umborð tann 26. oktobur, og hann kemur ikki heimaftur fyrr enn einaferð fyrst í februar mánaða. Útmynstringin umborð er 14 vikur, men Høgni veit at siga frá, at tað verður arbeitt við at fáa hana niður á tíggju vikur.
Skipið siglir millum Houston, Texas, Key West í Florida, Belize og so til eina lítla oyggj, sum eitur Couzmel, áðrenn leiðin gongur aftur til Houston.
Veðrið har á leiðini er avbera gott. Klokkan har hjá teimum, meðan samrøðan varð gjørd, var um hálvgum fýra um morgunin, og hitin lá um 27 stig.
- Tað verður sera løgið at halda jól umborð í øllum hesum hitanum, sigur Høgni, sum ikki hevur roynt at vera burtur fyrr á jólum. Hann sigur, at honum sjálvandi fer at leingjast heim, men tað at alt er so nýtt og spennandi fyri honum enn umborð, ger sítt til, at longsulin verður til at liva við. Men tað er ikki einans jólini, sum hann verður burtur frá. Hann og konan, Hansa, eiga tveir synir. Tann eldri eitur Áron og er sjey ára gamal og fyri stuttum bleiv Høgni pápi aftur, tá Hansa átti ein lítlan drong tann 28. novembur, og hann hevur tí einans sæð lítla son sín, sum verður yvir tveir mánaðar, tá Høgni kemur heimaftur, á myndum.
- Tað er kanska eitt sindur hart, men eg visti av tí, áðrenn eg fór, so eg var innstillaður upp á tað. Slíkir møguleika hanga ikki á trøunum, og eg havi eina góða konu, sum eggjaði mær at fara, sigur Høgni og leggur afturat, at tað hevði stóran týdning fyri hann, at hon stuðlaði honum so væl.
Eisini heldur hann, at tað var betur at fara, áðrenn hann bleiv pápi, enn at verða noyddur at fara einar tríggjar dagar aftaná.
- Ja, eg haldi tað er betur, tí tað hevði heilt vist verið nógv torførari at farið beint aftaná at hava fingið ein son afturat.
Vanligt er at teir, sum arbeiða á brúnni hava brúgvarfund fjúrtanda hvønn dag. Men tá boðini um, at Høgni hevði fingið ein son afturat bórust umborð, varð skipað fyri einum tílíkum fundi í úrtíð.
- Eg undraðist, tá eg fekk boð um at møta til fund, tí tað var einans ein vika farin, síðani seinasta fund. Men tá eg kom upp á brúnna, høvdu offiserarnir skipað soleiðis fyri, at vit fingu kaffi og vaflir. Eisini var ein køka, har tað stóð tillukku við soninum á. Tað var sera vakurt gjørt av teimum, og eg var avbera bilsin, tí tað hevði eg als ikki væntað, sigur Høgni, og tað hoyrist á honum, hvussu fegin hann er um tað.
Trívist væl
Høgni trívist sera væl umborð. Hann er einsamallur føroyingur á hesum skipinum, men hann veit at siga um aðrar føroyingar, sum sigla við øðrum skipum hjá sama reiðaríi.
Hann letur sera væl at móttøkuni, sum hann hevur fingið umborð og sigur, at higartil hevur honum dámt væl, og hevur hann bert gott at bera øllum umborð. Men hann leggur afturat, at enn er so stutt fráliðið, at hann fór umborð, og tískil er alt so nýtt og spennandi enn.
- Av tí sama veit eg ikki at siga fyri vissu beint nú, um hetta er eg, men sum sagt, so dámar mær avbera væl, sigur hann sannførdur á málinum.
Tá skipið liggur í havn, hevur starvsfólkið møguleika til at fara í land, tá tey hava frí. Høgni sigur, at hann og ein annar offiserur umborð, ein normaður, fóru einaferð í land í Belize. Men har var ikki so nógv at síggja.
Høgni greiðir frá, at tað er so stutt tíð síðani, at ferðamannaskip eru farin at sigla til Belize, og tí er tað enn ikki vorðið so tiltrekkjandi har enn. Men hann vísir á, at eitt nú Couzmel, sum teir fara til aftaná, eisini fyri nøkrum árum síðani ikki sá út av nøkrum, tá stóru ferðamannaskipini byrjaðu at sigla hartil. Í dag er ein himmalvíður munur á. Ferðmannavinnan kann byggja eitt tílíkt stað upp upp á stutta tíð, og tað er tað, sum er hent í Couzmel, og sum eisini væntandi fer at henda við Belize.
Key West samanber Høgni við eina av oyggjunum sunnanfyri, sum nógvir føroyingar ferðast til, tá longsulin eftir sól ger um seg.
- Tá føroyingar fara til Kreta, Mallorca ella Rhodos, fara amerikanarar til Key West, sigur hann.
Eitt sum Høgni serliga hevur bitið merki í tíðina, hann hevur verið umborð, er at virðingin millum starvsfólkini fyri offiserunum er sera stór. Hann sigur, at fleiri ferðir gjøgnum ein dag, verður hann heilsaður við: »Good afternoon, sir«. Og hann sigur, at hann hevur havt eitt sindur ilt við at venja seg við tað, tí tað er jú langt frá, tí sum ein er vanur við í Føroyum. Men soleiðis eru starvsfólkini upplærd, og tað er onki óvanligt í tí.
Fekk møguleikan
Høgni arbeiddi í alivinnuni her í Føroyum, tá hann byrjaði at spæla við tankan um at royna at sleppa umborð á eitt størri ferðamannaskip. Hann sendi so nakrar umsóknir avstað, og nakrar vikur seinni ringdi hann so til reiðaríið Royal Caribean Cruiseline at fregnast.
Hann greiðir frá, at hann tosaði við ein, sum lat til at vera sera positivur yvir fyri, at hann kundi fáa ein møguleika. Eina viku seinni ringdi reiðaríið so aftur og boðaði honum frá, at tey høvdu avgjørt, at hann skuldi fara umborð á Rhapsody of the Seas at sigla sum annar stýrimaður.
Høgni fegnaðist sjálvandi um henda møguleikan, og í samráð við konuna gjørdi hann av at fara, hóast tað merkti, at hann ikki fór at verða heima, tá hon skuldi eiga.
Hann fekk myndir at ferðamannaskipinum sendandi, so hann var á ein hátt fyrireikaður upp á, hvussu stórt og flott tað er. Men hann sigur, at tað var nakað heilt annað at koma umborð og síggja alt í veruleikanum.
- Tað var sera stórsligið at síggja, hvussu stórt hetta skipið í veruleikanum er, og hvørjir møguleikar eru her umborð.
Skipið er eitt luksusferðamannaskip við øllum møguligum hentleikum. Har eru fleiri matstovur, svimjihylur bæði inni og úti, massørar, frisørar, vakurleikaklinikk, bókasavn, internet-café og sjálvandi eitt ótal av handlum. Tað er enntá eisini ein barnagarður umborð, har foreldrini kunna lata teirra børn í hendurnar á pedagogunum, sum starvast umborð, meðan tey so kunna taka sær av løttum uttan at vera ørkymlaði av, hvar børnini munnu vera umborð á stóra skipinum.
Og stórt er skipið sanniliga. Tað er 279 metrar langt, 32 metrar breitt og hæddin er 53 metrar niður til sjógvin. Skipið tekur 2.638 ferðafólk og 780 fólk úr 58 ymiskum tjóðum starvast umborð. Kostnaðurin fyri ein túr, sum varar eina viku, er skiftandi alt eftir hvørjum klassa ferðast verður í.
Høgni arbeiðir til dagligt saman við átta øðrum offiserum á brúnni.
Hann sigur, at hann sjálvandi gleðir seg nógv at koma heim, og nú hevur hann eisini ein meira at koma heim til. Men tíðin umborð fellur honum ikki so drúgv, tí tað er altíð nóg mikið at gera, og tað er hann glaður um.
- Tveir mánaðir ganga skjótt, og við tøknini, sum er í dag, so fái eg væl fylgt við útviklingini hjá soninum, hóast eg ikki eri heima. Og harafturat, so tosi eg ofta heim, sigur Høgni Vest at enda.