Hetta vikuskiftið verður formil 1 koyrt á Hungaroring í Ungarn, og verður sum veðurfólkið spáða, so verður talan um eitt váttligt vikuskiftið. Bæði í gjár og í dag hevur regnað illa á breytini, og heldur ringa veðrið sær, kann kappingin um heimsmeistaraheitið gerast uppaftur meira spennandi.
Annars er stóra samrøðuevnið hesa vikuna, um 7 faldi heimsmeistarin Michael Schumacher fer at gevast eftir hetta kappingarárið. Willi Weber umboðsmaður hjá Schumacher hevur sagt, at hann hevur ráðgivið Schumacher, at um hann gerst heimsmeistari hetta kappingarárið, átti hann at givist, soleiðis at hann kann gevast á toppinum.
Í løtuni er Michael Schumacher 11 stig aftan fyri núverandi heimsmeistaran Fernando Alonso, og í løtuni tykist týskarin í Ferrari munandi sterkari enn spaniumaðurin í Renault. Við møguleika fyri regni kann kappingin hetta vikuskiftið gerast sera spennandi, tí í vátum veðri verða kortini blanda av nýggjum og sigursharrin er ofta ein annar enn tann vanligi.